Í einum uppskoti, sum nevndin í Europiska Samveldinum (ES) hevur gjørt um burðardyggar og grønar íløgur, eru jarðgass og kjarnorka tikin við.
Í uppskotinum stendur, at um eitt mestamark kann setast fyri CO2 útlát frá hesum orkusløgum, kunnu tey roknast sum grøn. Harafturat skulu kjarnorkuverk hava ein ætlan fyri, hvussu geislavirkið burturkast verður goymt.
Ritzau skrivar, at ES nevndin fer væntandi at leggja nýggja uppskotið fram seinni hendan mánaðin, men longu nú eru atfinningar ímóti tí.
Týski veðurlagsráðharrin Robert Habeck, sum er úr flokkinum Tey Grønu, sigur, at Týskland kann ikki stuðla uppskotinum, sum tað sær út nú. Hann heldur, at tað er serliga ivasamt at skula geva kjarnorku eitt grønt stempul. Hann heldur, at tað ljóðar sum grøntvasking, tey kalla – at orkusløg verða gjørd grønari, enn tey eru.
Í ES verður støðugt kjakast um, hvørji orkusløg kunnu brúkast. Lond sum Kekkkia, Finnland og Frakland fáa stóran part av sínari orku frá kjarnorkuverkum, og tey halda, at kjarnorka er avgerandi, um ES skal minka munandi um CO2 útlátið. Lond sum Týskland, Eysturríki og Luksemborg eru ímóti kjarnorku.
Uppskotið um burðardyggar íløgur verður roknað sum týðandi, tí tað hevur ávirkan á, hvørjar orkukeldur kunnu verða brúktar í ES frameftir, skrivar Ritzau.