Fyrsta almenna vitjanin hjá Helle Thorning-Schmidt sum forsætisráðharri var merkt av hóttanini frá ES um handilstiltøk og havnastongsul móti Føroyum.
Dagin fyri forsætisráðharrin lendi í Vágum sendi landsstýrið svar til fiskivinnukommisserin í ES. Í svarinum krevur landsstýrið fair play frá stórveldinum, heldur enn boykott. Í sama andadrátti staðfesti løgmaður, at sildatrætan er ein avbjóðing fyri ríkisfelagsskapin:
- Vit kunnu ikki finna okkum í, at ein partur av ríkinum boykottar okkum. Tí er hetta málið ein tann størsta avbjóðingin hjá ríkisfelagsskapinum, og vit forvænta, at Danmark tekur okkara partí, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Fær atkvøðuna
Í samrøðu við Sosialin ger Helle Thorning-Schmidt greitt, at koma fráboðaðu tiltøkini móti Føroyum til atkvøðugreiðslu í ES, so fer Danmark at atkvøða ímóti.
- Jú, Danmark atkvøður ímóti tiltøkum ímóti Føroyum. Men okkara atkvøða munar lítið, tá talan er um meirilutaavgerð í ES, sigur Helle Thorning-Schmidt.
Spurd, hvussu hon hevur tað við at fara til Brússel og atkvøða ímóti leistinum hjá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri, sigur forsætisráðharrin:
- Tað gera vit fegin, tí vit leggja stóran dent á ríkisfelagsskapin. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at verja áhugamálini í ríkisfelagsskapinum. Og í ES er eingin í iva um, hvørja støðu Danmark hevur til hetta málið, sigur Helle Thorning-Schmidt.
Harvið fær løgmaður tann stuðul úr Danmark, sum hann eftirlýsti á tíðindafundi í Tinganesi mánadagin.
Men stuðulin er, sum forsætisráðharrin sjálv ger greitt, ikki meira verdur enn so, at meirilutin í ES framvegis kann seta trumf á í sildatrætuni, bæði við boykott á innflutning úr Føroyum og við at stongja havnir í ES fyri føroyskum skipum.
Kílin
Forsætisráðharrin ger í sama viðfangi greitt, at Danmark hevur bundið seg til at fylgja tí avgerð, sum ES tekur í sildastríðnum við Føroyar. Eisini um talan verður um boykott og havnastongsul.
- Vísir tað seg, at ES setur tiltøk í verk móti Føroyum, so hevur Danmark bundið seg til at fylgja teimum tiltøkum, ið ES setir í verk. Soleiðis er tað nú einaferð, sigur Helle Thorning-Schmidt við Sosialin.
Hon ásannar tí, at Danmark sum partur av ES kann koma í ta støðu at boykotta Føroyar. Spurd, hvussu tann støðan kann ávirka ríkisfelagsskapin, svarar forsætisráðharrin:
- Tað er sjálvandi ein ólukkulig støða at koma í, um vit skulu seta í verk tiltøk móti Føroyum. Og tað er júst tí, at vit mugu stríðast, alt tað vit kunnu, fyri at sleppa undan at koma í ta støðuna. Og tað er har, at Danmark skal gera sítt arbeiði í ES, sigur Helle Thorning-Schmidt.
Forsætisráðharrin sigur seg hava eitt boð uppá, hvussu ríkisfelagsskapurin, ið hon ynskir at verja og hjúkla um, kann yvirliva eitt møguligt ES-boykott.
- Ríkisfelagsskapurin kann rúma einari slíkari støðu, um vit gera okkum púra greitt, at talan ikki er um eitt mál millum Danmark og Føroyar. At hetta er og verður ein spurningur millum Føroyar og ES. Vit kunnu brúka nógva orku at diskutera, hvørt hetta er eitt mál millum Føroyar og Danmark. Tað meti eg tað ikki vera, og vit mugu harumframt ongantíð gloyma, at loysnin er at finna við samráðingarborðið, sigur Helle Thorning-Schmidt.
Potentiella støðan, har ein partur av ríkinum boykottar ein annan part av ríkinum, fyllir framvegis nógv í hugaheiminum hjá løgmanni.
- Kemur Danmark í ta støðu at noyðast út í eitt ES-boykott av Føroyum, so er tað ikki bara ein skøva í lakkið, men ein bugla á bilin. Ein slík støða kann fáa avleiðingar, sum tú ikki kann stýra. Og tí mugu vit dempa harða retorikkin og fáa málið aftur á beint, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður vísir á, at tað er als ikki haldbart, hvørki fyri Føroyar ella Danmark, um føroyskur uppsjóvarfiskur ikki sleppur uppá land í Danmark, ella føroysk skip ikki sleppa til bryggju í donskum havnum.
Samráðingar
Í svarinum til Mariu Damanaki førir landsstýrið fram, at eftir teirra tykki hevur ES brotið við altjóða reglur um seming áðrenn sanktiónir. Tað er tó eitt annað brot í svarinum úr Tinganesi, sum Helle Thorning-Schmidt festir seg við:
- Eg havi noterað mær, at Føroyar siga seg ynskja samráðingar, sigur forsætisráðharrin og heldur fram:
- Vit mugu minnast til, at tað eru Føroyar, sum samráðast og áseta kvoturnar. Hesi viðurskifti hevur Danmark onga ávirkan á. Men sum nevnt, so havi eg noterað mær, at landsstýrið í svarinum sigur seg ynskja samráðingar. Tí vóni og vænti eg, at landsstýrið eisini aktivt ger nakað fyri at fáa trætuna inn aftur á samráðingarborðið, sigur Helle Thorning-Schmidt.
- Tað skulu tvey til ein góðan dans. Tí mugu bæði Føroyar og ES vera sinnað at samráða seg til eina loysn, sigur Helle Thorning-Schmidt við Sosialin.
Fyri løgmann hevur stuðulin úr Danmark stóran týdning.
- Eg noteraði mær, at Danmark atkvøddi blankt, tá ES-nevndin vildi útvega sær sanktiónsamboðið. Tað var ikki gott fyri okkara støðu. Nú havi eg fingið vissu fyri, at Danmark fer at atkvøða ímóti sanktiónum móti Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Danska støðan, saman við svarinum úr landsstýrinum til Mariu Damanaki mánadagin, styrkir løgmann í vónini um at sleppa undan tiltøkum úr ES.
- Eg havi fingið vissu fyri, at Danmark fer at gera sítt til at forhála møgulig tiltøk móti Føroyum, umframt at Danmark ger púra greitt, at tey atkvøða ímóti revsitiltøkum. Harumframt hevur landsstýrið víst á møguleikan fyri at nýta seming, umframt at vit geva greitt til kennar, at vit ynskja samráðingar. Samanlagt styrkir tað meg í trúnni á, at fráboðaðu sanktiónirnar vera av ongum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.