ES slakar

ES hevur nú skarvað av kravinum til EBS-londini Noreg, Ísland og Liktinstein um gjaldið fyri ein nýggjan handilssáttmála, sum skal koma í gildi, tá tíggju lond afturat koma upp í ES næsta ár.
Kravið frá ES er nú 2,3 milliardir norskar krónur, men Noreg, sum skal rinda nógv tann størsta partin av gjaldinum, heldur framvegis, at kravið er alt ov stórt. Í gjár buðu tey trý ESTA-londini sær til at gjalda 1,1 milliard krónur.
Samráðingarleiðarin hjá ES, sviin Percy Westerlund, sigur, at nýggja tilboðið er eitt stig á teirri røttu leiðini, men at tilboðið er ikki nóg gott. Percy Westerlund vísir á, at ES hevur skert sítt krav úr 4,6 niður í 2,3 milliardir krónur, og nú ber ikki til at fara longur, sigur hann.
Norska stjórnin hevur fleiri ferðir sagt, at hon heldur kravið frá ES vera órímiligt. Sum er rindar Noreg ES 175 milliónir krónur um árið.