ES tingið ímóti at banna oljuboring

ES tingið hevur felt eitt uppskot um at seta í verk eitt moratorinum ímóti at bora eftir olju og gassi á djúpum vatni.

Ístaðin hevur tingið sett fram ynski um at herða krøvini til trygdina og til endurgjald, um oljudálking tekur seg upp.

Tað var í farna mánað, at umhvørvisnevndin í ES samtykti at heita á ES tingið um at banna allari boring á djúpum vatni eftir vanlukkuna í Meksikoflógvanum.

Mikudagin segði bretski orkumálaráðharrin Chris Huhne á eini vitjan í Hetlandi, at boring á djúpum vatni í bretskum sjógvi fer at halda fram uttan mun til, hvørja avgerð ES tingið varð komið fram til.

Hetta veit Shetland Times at siga frá í kvøld. Greenpeace felagsskapurin hevur seinastu tíðina roynt at forða boriskipinum Stena Carron at bora ein brunn vestan fyri Hetland og heitti samtíðis á bretska orkumálaráðharran um ikki at geva loyvi til boring vestan fyri Hetland.

Hóast hetta hevur Huhne latið oljufelagnum Chevron loyvi til at fara undir at bora Lagavulin prospektið 160 fjórðingar norðan fyri Hetland og 50 fjórðingar frá føroyska markinum. Føroyska oljufelagið Faroe Petroleum er við í hesi boringini.

323 atkvøddu ímóti at steðga boring á djúpum vatni og 285 fyri, tá ES tingið viðgjørdi eina samtykt í umhvørvisnevndini í ES. 601 tinglimir vórðu tó fyri at seta størri krøv til trygdina í sambandi við boringar.