ES uttanríkisráðharrar hava kreppufund um Gaza-stríðið

Eftir at fleiri sivil fólk eru deyð ogt særd í stríðnum hava ES ráðharrarnir kreppfund

Uttanríkisráðharrarnir í ES hittast týsdagin til kreppufundar um ísrael-palestinska stríðið, upplýsir uttanríkisstjórin í ES, Joesp Borrel.

 

– Eftir vaksandi stríðið millum Ísrael og Palestina og tað stóra talið av sivilum, sum eru deyð og særd, sum ikki kann góðtakast, eru ES uttanríkisráðharrarnir stevndir á fund týsdagin, sigur Josep Borrell og leggur afturat:

 

– Vit vilja samskipa og tosa um, hvussu ES best kann stuðla undir at fáa steðgað harðskapinu, skrivar Josep Borrel á Twitter í dag.

 

Uttanríkisstjórin hjá ES hevur áður manað til frið í og kring Eysturjerusalem.

 

– Støðan viðvíkjandi útsetingum av palestinskum familjum er nakað, sum veruliga skapar ótta. Slíkar gerðir er ólógligar sambært fólkafættinum og fara bert at økja spenningarnar, segði hann fyrr í vikuni.

 

##med2##

 

Í Frankaríki hevur stjórnin í einum  áheitan á ísraelska leiðaran, Benjamin Netanyahy, sagt, at valdsnýtsla eigur at vera lutfalslig.

 

– Vit siga púra greitt, at tað má vera lutfall í valdsnýtsluni frá ísraelskari síðu, stóð fyrr í vikuni í eini fráboðan frá franska varauttanríkisráðharranum, Jean-Baptiste Lemoyne.

 

##med3##

 

/ritzau/AFP