VINNUHÚSIÐ
1. mai verður ES víðkað við tíggju londum. Hetta er ein stór europeisk hending sum kemur at fáa stóra ávirkan á føroyskan fiskaútflutning, skrivar Vinnuhúsið. Fiskivinna kring heimin er sum heild nógv broytt síðstu árini, og saman við globaliseringini av búskapinum og handlinum er týdningurin hjá fiskivinnuni í altjóða handli bara øktur.
Londini sum gerast limir í ES frá 1. mai 2004 eru:
LandMió. íbúgvar
Cypern0,7
Estland1,4
Letland2,4
Litauen3,5
Malta0,4
Poland38,6
Slovakia5,4
Slovenia2,0
Tjekkia10,3
Ungarn10,0
Hesi londini eru ógvuliga ymisk í stødd og tað eru tey eisini hvat fiskivinnu viðvíkur. Í londum sum Malta og Cypern hevur fiskiskapur stóran mentanarligan týdning, men millum tey nýggju limalondini er tað bara Poland og tey trý baltisku londini sum hava eina fiskivinnu av týdningi. Í Polandi arbeiða umleið 40.000 fólk í fiskivinnuni, í Letlandi arbeiða 12.000 fólk í fiskivinnuni, í Estlandi 10.500 fólk og í Litauen 3.500 fólk.
Felags fyri Poland og tey trý baltisku londini er at tey øll útflyta fisk fyri størri virðir enn tey innflyta. Størsti parturin av tí innflutta fiskinum verður virkaður og útfluttur aftur til tey ríkaru ES londini. Tað lága kostnaðarstigið í londunum ger tey rættiliga kappingarfør til virking av fiskavørum.
Sum ES limir koma hesi londini sjálvandi at hava fría marknaðar atgongd fyri allar vørur eisini meirvirkaðar triðjalandsvørur. Tey koma eisini at fáa beinleiðis atgongd til allar stuðulsskipanirnar í fiskivinnupolitikkinum hjá ES.
Londini hava eina høgt útbúna arbeiðsmegi við siðvenju at virka fisk, samstundis sum tey hava eitt kostnaðarstig sum er munandi lægri enn í fiskivinnutjóðunum fyri norðan. Harafturat er tað nógvastaðni í hesum londunum stórt arbeiðsloysi og týdningurin av ynskjunum um at varveita arbeiðspláss í fiskivinnuni skal als ikki undirmetast.
Eygleiðarar vænta at trýstið á at keypa rávøruna úr Norður Atlanshavinum til virkingar í hesum nýggju ES londunum kemur at økjast munandi í komandi árum. Felags marknaðar skipanin hjá ES vil stuðla undir eina slíka gongd. Lond sum Noreg og Føroyar merkja hetta í skapi av ongum tolli á rávørur men tolli og innflutningsloftum á góðskaðar vørur.
Um hendan gongdin í ES umboðar møguleikar ella hóttanir fyri fiskivinnulondini í Norður Atlantshavi, velst alt um eyguni sum hyggja.
www.industry.fo