Esbjerg og Rødovre taptu

Fótbóltur: Donsku feløgini við føroyskum spælarum á liðnum taptu um vikuskiftið

FÓTBÓLTUR: Bæði Esbjerg og Rødovre taptu sínar dystir um vikuskiftið.

1. deildarliðið hjá Esbjerg spældi á heimavølli móti B1913 og mátti lúta 3-2. Hvørki Jan Allan Müller ella Jens Erik Rasmussen vóru millum málskjúttarnar hjá Esbjerg.

Esbjerg hevur annars fingið nógv góð úrslit farnu dystirnar, og hevur tikið seg fram á stigatalvuni. Nú datt liðið aftur á 10. pláss, men tað er sera tætt millum liðini, og hevði Esbjerg vunnið sunnudagin, høvdu teir tikið seg fleiri pláss fram.

Besta kvinnuliðið hjá Rødovre, har Helga Ellingsgaard spælir, tapti stórt á heimavølli sunnudagin. Tær spældu móti Fortuna Hjørring og úrslitið var 6-2 til gestirnar, eftir 4-0 í hálvleikinum.

Rødovre liggur sum nummar 4 við 19 stigum. Seks stig eru upp til OB, sum er nummar 3, og seks stig eru eisini niður til Hillerød, sum er nummar 5. HEI liggur á odda í deildini og hevur framvegis fult stigatal eftir 12 umfør.