Espen roknar við møguleikanum í Finnlandi

Gestirnir vóru á odda, tá ið René Shaki Joensen sá reytt, men kortini megnaðu klaksvíkingar at venda gongdini, og teir vóru á sigurskós inntil í síðsta minutti

Belgiski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli, og máltalvan vísir 2-2. Tað er lætt at skilja, at klaksvíkingar eru vónbrotnir, tí tað var ikki fyrrenn í síðsta minutti, at finska liðið javnaði til 2-2 við fínum skoti av brotsteigarmarkinum. Málskjútti var skotski Lee Erwin, sum var tvímálaskjútti, tí tað var eisini hann, sum eftir eitt lítið korter legði gestirnar á odda. Tá var tað eftir lítið sannførandi verjuavrik og í støðu, tá ið saknurin í Jákupi B. Andreasen var serliga eyðsýndur.

 

Sjey minuttir undan steðginum sá René Shaki Joensen, sum í kvøld var ein av trimum miðverjum, gula kortið fyri aðru ferð, og so sá tað svart út hjá KÍ.

 

Men KÍ helt fram í tí lagnum, sum liðið hevði víst mesta partin av fyrra hálvleiki. Undan steðginum bar tað ikki úrtøku við sær. Tá vóru teir bláu og hvítu so sera óhepnir, tí teir høvdu bóltin tríggjar ferðir á træverkinum, og í øðrum støðum vóru aðrir marginalir ikki við, og onkra ferðina tóku teir skeiva avgerð í góðari støðu.

 

Eftir steðgin legði KÍ fyri í sama lagi sum undan steðginum. KÍ hevði fríska lotið undan, fleiri ferðir varð roynt við longum sendingum, og beinanvegin eydnaðist tað at vinna spentar støður í brotsteiginum hjá HJK Helsinki. Serliga var tað í sambandi við innkøst, sum Árni Frederiksberg tók sær av.

 

Árni Frederiksberg javnaði við brotssparki, sum varð dømt, tá ið verjuspælarin Alexander Berntsson royndi við høvdinum at leggja bóltin innfyri aftur málið eftir deyðbólt, og verjuspælari nýtti armin at verja við.

 

Tað var í 55. minutti, at Árni Frederiksberg umsetti brotsspark til 1-1 og skoraði sítt 12. mál í europeisku liðkappingunum. Málið gav KÍ blóð á tonna,og tað sást ikki á spælbýti og avriki, at tað vóru 10 heimamenn ímóti 11 gestum.

 

Og í 63. minutti legði Hallur Hansson, sum stríddist eyka nógv á miðvøllinum, KÍ á sigurskós. Aftur var tað eftir innkast frá Árna Frederiksberg, og eftir at bólturin rakti í Páll A. Klettskarð.

 

KÍ royndi at pressa mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum. Tað bar spentar støður við sær í báðum endum. Óføru klaksvíkingarnir hildu tørn, inntil vanliga leiktíðin var væl og virðiliga farin, og so var tað, at gestirnir í síðsta minutti javnaðu til 2-2.

 

-Vit kenna okkum at vera alt annað enn hepnar. At teir javnaðu í síðsta minutti var stórt vónbrot, tí vit høvdu væl meiri spæl, og vit høvdu nógv fleiri møguleikar enn móstøðumenninir, og tríggjar ferðir høvdu vit bóltin á træverkinum hjá teimum, sigur KÍ venjarin Espen Haug í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum, og hann heldur fram:

 

-Avrikið í kvøld leggur upp til, at vit eiga at hava møguleika í Finnlandi. Í steðginum tosaðu vit um týdningin av, at verjuspælið framvegis var væl skipað, tí um teir øktu um leiðsluna til 2-0 og kanska 3-0, so var møguleikin heilt burtur. Eg má rósa spælarunum fyri, hvussu væl teir spældu og stríddust, hóast teir vóru undirmannaðir í tað mesta av einum tíma, og teir áttu so søtliga sigurin uppibornan, sum teir vóru á veg ímóti inntil í síðsta minutti, sigur KÍ venjarin.

 

 

 

KÍ – HJK Helsinki 2-2 (0-1)

 

0-1: Lee Erwin 14.

 

1-1: Árni Frederiksberg br 55.

 

2-1: Hallur Hansson 63.

 

2-2: Lee Erwin 93.

 

Dómarakvartett úr Belgia: Lawrence Visser, Rien Vanyzere, Thibaud Nijssen og Simon Bourdeaud'hui (4. dómari)

 

KÍ: Mark F. Jensen – René Shaki Joensen, Céderic Yambéré, Alexander Berntsson – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Albert Ejupi (Mads Bo Mikkelsen, 82.), Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð (Joseph Michael Williams, 70.), Kristoffer Ødemarksbakken (Pætur J. Petersen, 82.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Jonn Johannesen, Dan í Soylu, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Ahmed Latif

 

Gult kort: René Shaki Joensen, Páll A. Klettskarð, Hallur Hansson, Kristoffer Ødemarksbakken,  

 

Reytt kort: René Shaki Joensen 38. (2 gul)

 

Venjari: Espen Haug (sá gula kortið)