Ferðafólkaskip vitjar Vág

Tíðliga í morgun kom ferðafólkaskipið MV Hondius á Vág. Umborð eru 115 ferðafólk.

 

Klokkan gott seks í morgun legði MV Hondius at kai í Vági. Ferðafólkaskipið liggur í Vági fyrrapartin. Tey gott 115 ferðafólkini fóru ein gongutúr í morgun, skrivar vagur.fo.

 

MV Hondius er 108 metrar langt og tekur upp til 196 ferðafólk og manningin telur 70.

 

MV Hondius skuldi loysa aftur um middagsleitið og setir nú kós móti Leirwick.