Jan Müller
Heimsins størsta oljufelag, ESSO, hevur gjørt av at taka upp samstarv við oljufeløgini Phillips Petroleum og ELF í royndunum at vera við í fyrstu útbjóðing á føroyskum øki. Hetta vórðu umboð fyri føroyskar oljumyndugleikar kunnað um gjáramorgunin á fundi við 10 umboð fyri Phillips, eitt umboð fyri ESSO og eitt fyri ELF.
-Vit eru sera fegnir um at hava fingið ESSO við í samstarv okkara á Føroyaøkinum, sigur Richard Vernon, informatiónsstjóri hjá Phillips í Bretlandi. Hetta samstarv hevur fevnt um Phillips og Elf, men verður nú víðkað við Esso, sum hesi seinastu árini hevur havt eitt vakið eygað við gongdini á Føroyaøkinum, tó at tað ikki hevur knýtt seg til nakran ávísan bólk.
Richard Vernon vísir á, at talan verður um eitt sera sterkt samtak, bæði tá talan er um tøkniliga vitan og royndir og fíggjarliga orku. Hann vísir m.a. á sera nógvu royndirnar hjá ESSO á djúpum vatni aðrastaðni í heiminum.
-Eg haldi, at øll hesi trý feløgini skapa grundarlag fyri einum oljusamtaki, sum verður ført fyri ikki bert at vera við í eini komandi útbjóðing á føroyskum øki men haraftrat at liggja frammaliga í hesi útbjóðing, tá hugsað verður um, hvussu nógvar royndir feløgini hvør í sær hava sigur Richard Vernon.
Uppá fyrispurning um ikki lækkandi oljuprísirnir hava fingið oljufeløgini at stegða á og vera meira varin í nýggjum økjum sum tí føroyska sigur Richard Vernon, at Føroyaøkið framvegis er sera áhugavert sum ein partur av øllum Atlantsmótinum. -Vit vóru ikki her við meira enn 10 fólkum, um vit ikki hildu hetta økið verða áhugavert og við framtíð í. Men hvat fer at spyrjast burtur úr veldst so sjálvandi eisini um, hvørjar treytir og hvørjir skattir verða lagdir á okkum leggur hann aftrat.
Við Phillips Petroleum sum operatøri í fyrstu útbjóðing hava bæði ELF og ESSO eitt felag sum operatør, ið leingi hevur lagt stóran dent á at vera við í oljuleitingini á øllum Atlantsmótinum. Phillips er eitt av teimum feløgunum, sum hevur flestu blokkar í hesum stóra økinum, ið røkkur frá Írlandi og heilt norður til Noregs.
Richard Vernon heldur, at fundini, sum eru gjørd á Atlantsmótinum, eru rættiliga hugvekjandi, nú leiting eisini verður á føroyskum øki. Hann heldur, at seinasta gassfundið hjá Enterprice vestan fyri Hetland, ger alt økið uppaftur meira spennandi.
Tey flestu av teimum umleið 25 oljufeløgunum, sum vísa áhuga fyri føroyska økinum, hava nú skipað seg í bólkar ella samtøk. Hetta verður gjørt fyri at býta vágan og annars at leggja saman royndir og vitan.
Frá fundinum í gjár millum umboð fyri Pillips, Esso og Elf og Oljufyrisitingina.