Kvinnur, sum eru við barn, skulu hava meira tíð til at hugsa seg um eftir kanningar av fostrið. Tí mælir ein meiriluti í Etiska Ráðnum í Danmark til, at abortmarkið verður hækkað úr 12. viku til 18. viku.
Tað upplýsir ráðið í einum úttalilsi um frían abort.
Meirilutin grundar tilmælið við, at eitt mark upp á 18 vikur gevur kvinnuni umhugsunartíð, í mun til tær fosturkanningar, sum verða bodnar øllum kvinnum við barn.
Millum meirilutin upp á níggju limir er Merete Nordentoft, professari í sálarførði, sum serliga leggur dent á sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnum.
– Tað er kvinnan, sum skal hava tað avgerarndi orðið til 18. viku.
– Men tað skal vera ein góð ráðgeving um inntrivið og um møguleikar fyri at fáa stuðul, um kvinnan ynskir at eiga barnið, sigur hon.
Kvinnur, sum eru við barn, fáa í fyrsta parti av viðgongutíðini boðið eina skanning av nakkalegdinum hjá barninum, sum kann vísa, um barnið verður føtt við Downs Syndrom.
Svarið upp á skanningina kemur vanliga eftir núverandi markið, og harvið skal kvinnan søkja eitt abortráð um loyvi, um hon ynskir abort.
Tað er ikki rætt, sigur Merete Nordentoft:
– Eina so týðandi avgerði eigur kvinnan sjálv at taka. Samstundis tryggja vit við 18. viku eina góða frástøðu frá 22. viku, sum er markið fyri, nær eitt fostur kann liva.
Harumframt vísir meirilutin á, at tað tað eingin størri váði er at fáa abort eftir 12. viku, eins og tað ikki er nøkur orsøk at halda, at talið av abortum og seinabortum fer at hækka.
Tað vísa royndir úr Svøríki.
Í Etiska Ráðnum í Danmark eru s 17 limir, harav fýra grundgeva fyri, at markið verður sett til 15. viku. Teirra millum er formaðurin í ráðnum, Leif Vestergaard Pedersen.
– Rætturin hjá kvinnunum hevur stóran týdning. Men tað er eisini eitt fyrilit at taka til fosturið.
Hann vísir til, at 15 prosent av fostrum, sum verða aborterað eftir 12. viku, vísa tekin um lív. Um markið fer longur upp enn 15. viku, ferða tað fleiri.
– Tí skulu vit hugsa okkum um í min til atlitið til kvinnuna, sum fegin vil abortera og eitt fostur, sum fegið vil liva.
So eru fýra limir, sum vilja varðveita núverandi markið. Teirra millum er Ida Donkin, sum er føðilækni á Nordsjællands Hospital.
– Tær flestu uppdaga at tær eru við barn tíðliga, og vit síggja, at nógv teir flestu abortarnir verða framdir í viku sjey og átta. Eftir 12 vikur kann tað verða ein hjálp fyri parið, at tað er eitt samráð við í avgerðini, sigur hon.
Úttalilsið frá Etiska Ráðnum í Danmark hevur verið leingi á veg. Fleiri felagsskapir, teirra millum Mødrehjælpen og Sex og Samfund, hava trýst á fyri at fáa eitt hægri abortmark.
Tað sama hava føðilæknar og gynækologar gjørt.
/ritzau/