European Cup: H71 skoraði heili 91 mál í tveimum dystum

H71 vann aftur stórsigur á kýpriotiska liðnum, Latsia í dag

H71-kvinnurnar hava vunnið seg trygt víðari í European Cup kappingini.

 

Aftur í dag vann H71 stórsigur á kýpriotiska liðnum, Latsia.

 

Ígjár vann H71 50-14 (24-6) á Latsia. Í kvøld beit Latsia frægari frá sær, men tað gjørdist tó talan um ein 41-21 stórsigur til H71. Í steðginum var H71 á odda 20-13. 

 

Talan gjørdist sostatt um ein samlaðan 91-35 sigur til H71. Hvat vit vita um er talan um størsta føroyska sigurin í evropeiskari kapping fyri felagslið.

 

Latsia-H71 21-41 (13-20) - Seinni dysturin í European Cup - H71 vinnur samanlagt 91-35. 

 

H71: Karin Egholm 9/10, Tóra Róadóttir 7/10, Guðrið B. á Borg 4/5, Silja G. Eystberg 4/6, Sofie Kornelius 3/3, Inga Maria Joensen 3/4, Anna Elisabeth H. Weyhe 2/2, Karina D. Heinesen 2/2, Maria H. Weyhe 2/3, Lea Lava Brockie 2/4, Fjóla Skaalum Vilhelm 1/1, Lukka Arge 1/2, Sára Djurhuus Vedelsbøl 1/3. 

 

Bjargingar: Alda av Skarði 10/23, Rúna J. Larsen 2/10. 

 

H71-Latsia 50-14 (24-6) - Fyrri dysturin í European Cup.

 

H71: Guðrið á Borg 10/12, Karin Egholm 8/8, Inga Maria Joensen 6/7, Christina Arge 5/5, Maria H. Weyhe 4/5, Karin D. Heinesen 3/3, Tóra Róadóttir 3/5, Elida Joensen 3/4, Elsa Egholm 2/4, Anna Elisabeth H. Weyhe 2/3, Sofie Kornelius 2/2, Lukka Arge 1/1, Lea Lava Brockie 1/1.

 

Bjargingar: Maria Beder 11/20, Rúna J. Larsen 6/11.