Europa ferðin hjá FCK verður á 2. klassa

Svenski venjarin vísti í Róm týskvøldið, at hann hevur ógvuliga stórt álit á Toda Jónsson

 

Europa-Cup


Tað verður einki føroyskt íslett í størstu europeisku fótbóltskappingini hesa ferð. Todi Jónsson og FCK taptu týskvøldið 4?1 í Róm ímóti Lazio, sum harvið samantalt vann 5?3. Fyri fjúrtan døgum síðani, vann FCK 2?1 á heimavøllinum í Parkini í Keypmannahavn.

Samantaldi sigurin hjá Lazio hevur við sær, at tað verður italska liðið, sum fer at taka lut í bólkaumfarinum í europeisku meistarakappingini fyri lið. Hetta verður roknað sum størsta avbjóðingin hjá europeiskum feløgum.

Samantalda tapið hjá FCK hevur ikki við sær, at leikluturin hjá teimum í europeisku kappingunum er av fyri hesa ferð. Men tað er greitt, at felagið hjá Toda Jónsson verður umboðað í næstbestu og ikki bestu kappingini.


Stórt álit á Toda

Í týsdagsútgávuni roknaðu vit við, at Todi var á liðnum hjá FCK, men sambært donsku fjølmiðlunum var tað púra óvæntað, at Todi Jónsson týskvøldið var ímillum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Undan fráferðini til italska høvuðsstaðin roknaði danska pressan við, at Todi fór at verða á beinkinum frá fyrsta bríksli, og føroyingurin segði seg heldur ikki roknað við nøkrum øðrum.

Men tað gjørdi svenski FCK venjarin, Kent Karlsson. Við heldur at velja Toda Jónsson enn Heine Fernandez, sum skoraði sigursmálið í Parkini fyri fjúrtan døgum síðani, vísti Kent Karlsson, at hann hevur akkurát so stórt álit á fótbóltsevnunum hjá Toda, sum fyrrverandi FCK venjarin, Roy Hodgson, vísti seg at hava.

Og ein av kendastu monnunum í superliguni øll níti árini, hevði bara rósandi orð at siga um Toda. Morten Bruun, sum í mong ár var ein hollur stuðul hjá Silkeborg, og sum eisini sneytaði til danska landsliðið, var týskvøldið viðmerkjari hjá TV Danmark, og hann helt ikki lítið um Toda:

? Hann er ein av allar bestu álopsmonnunum í superliguni. Eg havi fleiri ferðir spælt ímóti honum, og hann er ótrúliga kropssterkur, umframt at hann er skjótur, hevur góðan bóltførleika og fatar støðurnar skjótt. Tá hann er í fullari dystarvenjing er hann ein væl betri álopsspælari, enn Heine Fernandez er tað. Ímóti Lazio verður talan fyrst og fremst um kontraspæl, og har er tað fáur, sum stendur seg so væl, sum Todi ger tað, segði Morten Bruun, sum leyk prógv sum tíðindamaður frá skúlanum í Århus, meðan hann spældi superligu fótbólt og tískil skuldi havt skil fyri tí, sum hann tosar um fótbólt.


Fleiri ivasamir liðir

Í 30 hitastigum í Róm stóð FCK stóð seg leingi væl. Italska stórfelagið hevði miðskeiðis í 1. hálvleiki fleiri stórar málmøguleikar, sum einki góvu av sær, tí svenski FCK málverjin stóð so avbera væl í málinum. Men bæði fyrstu minuttirnar, og síðsta korterið av ágangurin ímóti FCK málinum ikki so stórur. Zuma royndi í sínum lagi, og Todi Jónsson vann nógvar luftbóltar, umframt at hann tvær ferðir sneiddi seg leysan av mótstøðumanninum og var um reppið at koma í góðar skotstøður.

FCK helt tætt inntil tríggir minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki. Tjúgu minuttir seinni var støðan 3?0, og alt tóktist avgjørt um, at Lazio skuldi í europeisku meistarakappingina. Crespo skoraði tvey tey fyrstu málini, og Lopez økti til 3?0. Tá hingu FCK menninir við høvdinum, men tað setti mót í teir av nýggjum, tá Zuma tíggju minuttir undan leikloki smekkaði dygst innanfyri stólpa rótina. So ráddi bara um hjá FCK at skora eitt mál afturat. Mótstøðumenninir vóru týðuliga skelkaðir. Teir høvdu ikki roknað við, at danska liðið skuldi koma afturí aftur.

Tað reið um snarið eina løtu, tá FCK var í 3?3?4 uppstilling, men í staðin fyri at FCK fekk málið til 3?2, sum hevði havt við sær, at Todi og teir og ikki Lazio høvdu sloppið í europeisku meistarakappingina, so brast øll vón í allar síðstu løtu.

Stóri trupulleikin hjá FCK var, at ov nógvir av teirra spælarum ikki megnaðu at taka lut á hesum støðinum. FCK spælararnir megnaðu alt ov sjáldan at samanspæla aftarlaga av vøllinum og um miðvøllin. Nógvir tóktust ov strongdir av virðingini fyri mótstøðumonnunum, sum ikki vístu spæl á so høgum støði, at tað ikki hevði borið til at sekta teir.

Teir høvdu tað ikki, men tað tóktist sum um FCK spælararnir høvdu fingið boð um at miðja eftir høvdunum hjá Zuma og Toda Jónsson. Onkra ferðina eydnaðist teimum at samanspæla frammarlaga á vøllinum, men beinleiðis málmøguleikar spurdust ikki burturúr.

Hvørki í vinstru ella í høgru megnaðu FCK spælararnir at bróta ígjøgnum, og harvið var so at siga ikki talan um vandamiklar krossbóltar.


Vápnið

FCK var frammanfyri 2?1 frá dystarbyrjan, og teir nýttu eitt vandamikið vápn at verja leiðsluna við. Rangstøðufellan var effektiv, tí italiumenninir duttu ofta í hana, men í síðsta enda kostaði kiksaða fellan fleiri mál, og í fleiri førum stórbjargaði svenski FCK málverjin, tá heimsstjørnurnar í Lazio vóru einsamallir ígjøgnum.

At tapa samantalt 5?3 ímóti Lazio er eingin skomm. Danir mugu enn eina ferð staðfesta, at europeiska meistarakappingin er eitt dreymaland. Komandi ár fáa teir ein nýggjan møguleika. Nær ein føroyskur fótbóltspælari aftur fær ein møguleika í einum dysti at stríðast fyri plássi í bólkaspælinum í Europa Cup kappingini fyri meistaralið ber í løtuni ikki til at siga nakað um.