Europa League skelkur á Old Trafford

Bæði Manchester United og Manchester City taptu í fyrru 1/8 finaluni í Europa League í kvøld. Manchester United tapti á Old Trafford 3-2 fyri Athletic Bilbao, sum helst skuldi vunnu ein størri sigur. Manchester City tapti 1-0 fyri Sporting Lisbon í Portugal.

 

Athletic Bilbao byrjaði við sínum vanliga høga trýsti og tað eydnaðist í løtum væl at spæla seg í góðar støður. Manchester United hótti í hinum endanum við mótálopum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom heimaliðið á odda, tá Wayne Rooney fylgdi upp eftir at Javier Hernandez hevði roynt seg við skoti. Ein minutt fyri hálvleik javnaði Fernando Llorente, tá hann stútaði einn innlegg í mál.

 

Í seinna hálvleiki helt Athletic Bilbao fram at trýsta langt frammi á vøllinum og kom til fleiri møguleikar, men spaniólin í Manchester United málinum, David De Gea, stóð sum ein brandur.

 

Eitt korter fyri tíð eydnaðist tað tó Oscar at fáa bóltin framvið David De Gea í Manchester United málinum. Í uppspælinum kundi verið líkt til, at Oscar var rangstaddur.

 

Ein minutt fyri tíð økti Athletic Bilbao til 3-1 við Iker Muniain, men í yvirtíðini minkaði Wayne Rooney um munin við brotssparki.

 

Manchester City spældi fyrr í dag móti Sporting Lisbon í Portugal. Einsamalla málið í dystinum skoraði Xandao fyri Sporting Lisbon við hælsparki. Manchester City skal tí vinna returdystin á Etihad leikvøllinum um oddaliðið í Premier League ætlar sær víðari.

 

Europa League 1/8 finalur:

 

Manchester United – Ath Bilbao 2-3

Atletico Madrid – Besiktas 3-1

FC Metalist – Olympiakos 0-1

FC Twente – Schalke 04 1-0

AZ Alkmaar – Udinese 2-0

Standard Liege – Hannover 96 2-2

Valencia – PSV 4-2