European Cup: H71 mátti aftur lúta fyri Brixen

Í kvøld tapti H71 við fýra málum

Evropeiska ævintýrið hjá mansliðnum hjá H71 er av á hesum sinni.

 

H71 hevur verið í Suður-Tirol og hevur spælt tveir dystir í European CUp móti SSV Brixen úr bestu italsku hondbóltsdeildini.

 

Fyrrakvøldið tapti H71 33-40 (14-20) fyri Brixen, og í kvøld gjørdist aftur talan um tap.

 

Brixen vann í kvøld 34-30 á H71. Eitt skiftið í fyrra hálvleiki vóru hoyvíkingar á odda 13-9, men heimaliðið fótaði sær, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Í seinna hálvleiki átti Brixen munin. 

 

Sambært hagtølunum skoraði H71 upp á 30 av 49 málmøguleikum, meðan Brixen skoraði upp á 34 av 47 málmøguleikum. 

 

Brixen vann sostatt ein samlaðan 74-63 sigur á H71.

 

Málskjúttar: Rókur Ziskason 9/12, Brian Slyne 9/14, Jón Rói Mohr Høgnesen 4/8, Rói Seyer Hjaltason 2/2, Haraldur Karlsson 2/2, Hans Kári Hansen 2/4, Helgi Jacob Haldórsson 1/2, Høgni Heinason 1/4. 

 

Bjargingar: Torstein Sivertsen 3/14, Ingi Johannesen 4/22.