European Cup: Komandi mótstøðuliðið hjá H71 tosar eisini grikskt

PAOK úr Tessalonika í Grikkalandi verður komandi mótstøðuliðið hjá H71

Í øðrum umfarinum í European Cup fáa kvinnurnar hjá H71 aftur eitt lið úr einum grikst talandi landi.

 

H71 vann í fyrsta umfarinum ein samlaðan 91-35 sigur á Latsia úr Kýpros. 

 

Í øðrum umfarinum verður talan um eitt mótstøðulið úr Grikkalandi. H71 skal spæla tveir dystir móti PAOK úr Tessalonika í Grikkalandi.

 

Dystirnir vera spældir vikuskiftini 9. ella 10. november, ella 16. ella 17. november, soframt H71 og PAOK ikki velja at spæla báðar dystirnar í Grikkalandi, ella báðar dystirnar í høllini á Hálsi í Havn. Tá vera dystirnir spældir dag um dag. 

 

Morgunblaðið veit at siga, at Valur ynskti at møta H71, men tær trektu Kristianstad úr Svøríki.