Liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof spældi í kvøld fyrsta dystin á útivølli í innleiðandi bólki H í EHF European League móti týska bundesliga-liðnum, Gummersbach.
Sävehof beit væl frá sær og megnaði at skjóta 35 mál móti Gummersbach. Men heimaliðið skoraði 37 ferðir, og tískil endaði tað við einum 35-37 tapi til Sävehof. Í steðginum var Gummersbach á odda 18-16.
Óli skoraði fýra mál upp á níggju málroyndir. Emil Berlin og Pontus Brolin vóru toppskjúttar hjá Sävehof við seks málum hvør.
Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen megnaði uttan nakran nevniverdan leiklut til Jóhan í kvøld á heimavølli at vinna stórsigur 42-25 (21-17) á kroatiska liðnum, MRK Sesvete.
Júst nú spælir liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur dyst í innleiðandi bólki F á útivølli í Norðurmakedonia móti Vardar 1961.
THW Kiel uttan ein skaddan Elias Ellefsen á Skipagøtu spælir dyst á heimavølli í innleiðandi bólki E móti spanska liðnum, Torrelavega.