Mistonkta sabotasjan móti Nord Stream-leiðingunum fór fram 26. september 2022. (Savnsmynd). - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Ukraina stúrir fyri sabotasju-mistonkta

Mannarættindaumboðsmaðurin í Ukraina, Dmytro Lubinets, hevur víst stúran fyri einum ukrainskum manni, sum er undir illgruna fyri sabotasju móti Nord Stream gassleiðunum

Mistonkta sabotasjan móti Nord Stream-leiðingunum fór fram 26. september 2022. (Savnsmynd). - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix


Ukrainarin er varðhaldsfongslaður í Italia, og sakførarin hjá honum segði fyrr í vikuni, at hann er í hungursverkfalli vegna fongsulsviðurskiftini.

Um vikuskiftið skrivaði Lubinets í einum Telegram-uppslagi, at hann hevði hitt konu ákærda.

Sambært Lubinets sigur hon, at hann er í "kritiskari heilsustøðu" - ein pástandur, sum ikki er staðfestur av óheftum. Hon útgreinar ikki, hvat meint verður við kritiskt.

Ritzau setti seg í dag í samband við løgmálaráðið í Italia, sum tó ikki svaraði.

 

/Ritzau/

 

 

 

Mistonkta sabotasjan móti Nord Stream-leiðingunum fór fram 26. september 2022. (Savnsmynd). - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix