Evi Tausen við trio á Summar Festival

Countrysongkvinnan Evi Tausen spælir á Summar Festivalinum í august

Evi Tausen verður við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august mánaði.

Countrysongkvinnan gav fyrstu sangirnar út í 2010, og síðani hevur hon verið virkin við útgávum og framførslum. Hon hevur givið tvey album og tvær ep út, og hon hevur eisini givið stakløg út hesi árini.

Millum kendu sangir hennara eru "He'll Have To Go", "I Wanna Make It Last", "How's The World Treating You" og "Oh, How I Miss You Tonight".

Evi hevur fleiri ferðir samstarvað við heimskendar countrytónleikarar í USA, og hennara sangir hava eisini verið spældir á útvarpsrásum uttanlands.

Evi Tausen fer at spæla kendar sangir hjá sær sjálvari og góðar, gamlar countrysangir, tá ið hon fer á pallin saman við Hjalmari Magnussen og Dagfinni Olsen.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.