19. februar verður vælferðarsamfelagið Føroyar sett á breddan. Hetta við tiltaki, sum Samtak stílar fyri í Norðurlandahúsinum.
Úr ymiskum sjónarhornum verður sjóneykan sett á støðuna, tíðarrákið, avbjóðingarnar og hvørja leið Føroyar eiga at ganga í menningini av okkara vælferðarsamfelagi.
Á evnisdegnum verður ljós varpað á, hvussu føroyska vælferðarsamfelagið sær út í 2010, hvussu hetta ávirkar liviumstøður okkara, hvørjar uppgávur fakfelagsrørslan hevur í hesum og hvussu tað ber til at tryggja eitt samfelag, har øll hava javnbjóðis møguleikar.
Á evnisdegnum verða fleiri fyrilestrar. Emiliga van Hauen, sosiologur, hevur fyrielstur við heitinum, Farvæl ego-veitlsa, góðan dag endamál og felagsskapur. Elisabeth Ugreninov, sum eisini er sosiologur, røður um livikor hjá børnum, sum liva í familjum við láginntøku . Eisini luttaka føroysku Jóanes N. Dalsgaard, Heini Hátún og Theodor Eli Dam Olsen.