Tað verður heitt kring hvítusunnuhalguna um stóran part av Evropa.
Onkrastaðni fer hitin helst at nækast teimum 40 stigunum. Eitt hátrýst mennist yvir Evropa, og hitin veksur.
Í Spania kann roknast við, at hitin í støðum kemur upp í eini 38 stig, og tað er væl meira enn vanligt hesa tíðina av árinum.
Tað sigur veðurlagsstovnurin í landinum.
Eisini í London eru útlit til, at hitin kann fara upp um tey 30 stigini, bæði hvítusunnudag og 2. hvítusunnudag.
Og í París og Frankfurt er eisini væntandi, at hitin fer at liggja um tey 30 stigini.
- Tað er ikki bara óbehagiligt við so nógvum hita. Hetta kann eisini gerast deyðiligt, skrivar www.dagbladet.no
Meira um hitan, sum væntast at raka partar av Evropa nú um hvítusunnuna kann lesast um leinkjuna her niðanfyri -
https://www.dagbladet.no/nyheter/europa-koker/84664252











