Par varðhalds­fongsl­að fyri at rýma frá børn­um í Portugal

Ein dómstólur í Portugal hevur í dag avgjørt at varðhaldsfongsla eina 41 ára gamla franska kvinnu og sambúgva hennara.

Tveir smádreingir vórðu funnir grátandi við vegjaðaran nær við Comporta í Portugal. Nú eru mamman og sambúgvin varðhaldsfongslað. (tilgjørd mynd)

Parið er skuldsett fyri at hava latið tveir smádreingir eftir við ein vegjaðara í syðra parti av landinum.

Málið verður kannað sum møgulig barnamisnýtsla og fyri at hava sett børnini í vanda.

Sambært portugisiskum miðlum vórðu dreingirnir funnir grátandi hóskvøldið av einum bilførara nær við feriubýin Comporta.

Dreingirnir vóru trý og fimm ára gamlir og høvdu ryggsekkir við mati og vatni, men eingi samleikaprógv.

Parið varð handtikið sama dag, og fríggjadagin vóru tey avhoyrd í fleiri tímar í rættinum.

Børnini eru nú fyribils latin einari franskari fosturfamilju í Lissabon, meðan bíðað verður eftir, at tey kunnu flytast aftur til Frankaríkis.

Franskir myndugleikar hava leitað eftir mammuni og børnunum síðani 11. mai, tá pápi dreingirnar meldaði teir saknaðar.

Bilførarin, sum fann dreingirnar, Alexandre Quintas, og mamma hansara hava greitt frá hendingini.

Sambært mammuni hjá bilføraranum segði annar drongurin, at teir høvdu fingið bind fyri eyguni og vóru bidnir um at leita eftir einum goymdum spæliluti.

Tá teir tóku bindið av, vóru mamman og bilurin horvin.

– Teir søgdu, at teir vóru komnir í bili og vóru settir av á einum stað við runnum og skógi, segði hon sambært portugisiskum miðlum.

Hon segði eisini, at hvør drongur hevði eina appelsin, eina peru og eina fløsku av vatni hjá sær, og at eingi tekin vóru um mishandling.

 

 

 

 

 

Tveir smádreingir vórðu funnir grátandi við vegjaðaran nær við Comporta í Portugal. Nú eru mamman og sambúgvin varðhaldsfongslað. (tilgjørd mynd)