Evropeiski málsetningurin hjá B36 er rokkin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá B36 fegnast um góðu avrikini seinastu tveir mánaðarnir

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Eyðun Klakstein, sum kann fegnast um at málið hjá felagnum at røkka evropeiskum fótbólti var rokkið í dag, tá B36 vann 2-0 á NSÍ, og er sjey stig frammanfyri HB nú bert seks stig eru eftir at spæla um.

 

Høvuðsvenjarin hjá B36 heldur, at B36 hevði gott tamarhald á dystinum ímóti NSÍ í dag, ikki minst aftaná, at Jens Joensen hjá NSÍ fekk reyða kortið, tá ein tími var farin av dystinum. Eyðun Klakstein heldur, at talan var um ein lívligan dyst.

 

Eyðun Klakstein fegnast um góðu gongdina hjá liðnum seinastu tveir mánaðarnir, og hann undirstrikar, at tað skyldast ikki minst, at hann hevur ein sterkan og fullmannaðan hóp tøkan nú í mun til fyrr í ár, tá nógvir skaðar darvaðu gongdini hjá verandi meistaraliðnum. 

 

Ungi Hannes Agnarsson var aftur eyðsýndur í dag, og høvuðsvenjarin hjá B36 staðfestir, at eingin í effodeildini er skjótari enn Hannes Agnarsson.

 

Nú ætla teir í B36 at enda væl, og royna at fáa seks stig í teimum báðum seinastu dystunum ímóti Víkingi í Sarpugerði og TB á heimavølli seinasta leikdagin.