Russland er áleypari, og Ukraina er tað álopna fólkið.
Soleiðis er reaktiónin hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, uppá fundin millum USA og Ukraina, sum endaði við einum steðgi í kvøld eftir harðan orðadrátt.
- Vit vóru innan fyri okkara rættindi at hjálpa Ukraina og revsa Russland fyri trimum árum síðani og at halda fram við tí, sigur Macron sambært Reuters.
- Vit mugu virða tey, sum hava stríðst frá byrjan, heldur forsetin fram.
Franski forsetin tosaði eisini í telefon við Zelensky eftir fundin, stendur í fráboðan sambært Reuters.
Ukrainski forsetin, Valodymyr Zelenskij, fór í dag til Washington – ein hending, sum hevur fylt nógv í heimsmiðlunum, at skriva undir ráevnisavtalu við Donald Trump.
Men alt endaði í ruðuleika, og Zelensky er farin úr Hvítu Húsunum, skriva fleiri miðlar.
Avtalan er ikki undirskrivað, sigur ein talsmaður fyri Hvítu Húsini, sambært BBC.
Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, segði:
- Í dag gjørdist greitt, at frælsi heimurin hevur brúk fyri einum nýggjum leiðara. Tað er upp til okkum, evropearar, at taka hesa avbjóðingina upp, sigur Kallas, sum er ein av stóru stuðlunum hjá Ukraina.
Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, sigur sambært Reuters, at Ukraina kann rokna við Týsklandi.
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, skrivar á sosiala miðlinum X:
- Ver sterkur, ver tolin, ver óttaleysur. Tú ert ikki einsamallur, kæri Zelensky forseti.
Forsætisráðharrin í Póllandi, Donald Tusk, kemur eisini við viðmerking, eftir at fundurin millum Trump og Zelensky kollapsaði.
- Tú ert ikki einsamallur, sigur hann við ukrainska forsetan, sambært AFP.
Spanski forsætisráðharrin er eisini við í stríðnum á sosiala miðlapallinum X.
- Ukraina, Spania stendur við tykkum, skrivar hann.
Sambært norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, vóru hendingarnar í Hvítu Húsunum "álvarsamar og ørkymlandi".
- Ukraina hevur framvegis brúk fyri stuðli frá USA, og trygdin og framtíðin hjá Ukraina hava eisini týdning fyri USA og Evropa, sigur hann við TV 2 í Noregi.
Forsætisráðharrin í Svøríki, Ulf Kristersson, skrivar á X:
- Svøríki stendur saman við Ukraina. Tit stríðast ikki bara fyri tykkara frælsi, men eisini fyri tí hjá øllum Evropa. Slava Ukraini, skrivar Kristersson.
Og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar sigur:
- Góði Zelenskij. Danmark er stolt av at standa saman við Ukraina og ukrainska fólkinum, skrivar Forsætismálaráðið á sosiala miðlinum X.
/Ritzau/