Evropski Miðbankin negativa rentu

Evropski Miðbankin, ECB, hevur í dag lækkað rentuna niður í 0,15 prosent fyri at fáa ferð á búskaparvøksturin.

So lág hevur rentan hjá ECB ongantíð verið fyrr, og sambært BBC merkir hetta í roynd og veru, at rentan er minus 0,1 prosent. Tað merkir, at bankar fáa onga rentu av at seta sínar pengar í tjóðbankan, men at teir tvørturímóti skulu gjalda fyri at seta pengarnar í tjóðbankan. 

 

Avgerðin hjá miðbankanum kom ikki óvart á fíggjarheimin, tí greinarar har høvdu væntað hesa avgerðina, sigur BBC.