Føroya u19 landsliðið við kvinnum vann í dag 2-0 á Kasakstan. Hálvleiksstøðan var 1-0.
Bæði føroysku málini komu eftir deyðbóltsstøður og fyrra málið var av teimum heilt sjáldsomu. Evy á Lakjuni skoraði nevniliga beinleiðis upp á horna. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Durita Hummeland til 2-0 vid beinleiðis frísparki.
- Eg eri sera fegin um, at stríðsviljin og disiplinin á liðnum hevur verið so góð. Eftir tveir sera strævnar dystir, har okkara fyri tað mesta runnu aftaná, megna vit í hesum dystinum at hava tað yvirskotið, sum ger, at vit bæði leikliga og orkumessiga eru betri enn Kasakstan, sigur John Petersen, landsliðsvenjari, við FSF.fo.
Hetta var triðji og seinasti dysturin í kappingini. Hinar báðir eru endaðir við tapi, móti Finlandi og Íslandi.
- Vit høvdu nógv fleiri málmøguleikar enn hinar, og millum annað vilja okkara spælarar vera við, at bólturin var innanfyri málstrikuna, tá Durita Mikkelsen í tí eina førinum setti høvdið á eftir hornaspark. Annars eri eg sera glaður vegna allar genturnar, at tær fáa hetta ”succesupplivilsi”. Hugburðurin hjá øllum hevur verið framúr góður, so hetta hava tær veruliga uppiborið, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Finnland vann kappingina við fullum stigatali, 9 stigum. Í seinasta dystinum vunnu finsku genturnar 3-0 á Íslandi, sum endaði á 2. plássi við 6 stigum. Føroyar fingu 3 stig, meðan Kasakstan einki stig fekk.
Málini síggjast í videobrotinum omanfyri.