Turið Kjølbro
- Fyrsta møtið eg hevði við Føroyar var á lítlu oynni Flatö í Íslandi, tá ið maður mín týddi Moder Syvstjerne eftir William Heinesen til íslendskt. Tað er fyri langari tíð síðani, og eg minnist tað var ógvuliga romantiskt. Síðani havi eg lisið føroyskar bókmentir, eg havi sæð nakrar sjónleikir í Føroyum, havi sæð tveir føroyskar filmir, eitt nú nýggja filmin hjá Katrini Ottarsdóttir, sum verður frumsýndur næsta vár, og eg havi verið við í føroyskum dansi. Hinvegin kenni eg lítið til føroyskan tónleik, sigur Helga Hjörvar, ið er 55 ára gomul, fødd og uppvaksin í Íslandi. Um nakrar mánaðir kemur hon saman við manninum til Føroyar, har hon skal sum tann næsta kvinnan í stjórasessin í Norðurlandahúsinum.
Farna vikuskiftið var hon á snarvitjan í Føroyum. Tað var í sambandi við stýrisfundin hjá felagsskapinum Teater og Dans i Norden, sum hesa ferð var í Føroyum. Helga Hjörvar hevur verið aðalskrivari í felagsskapinum í fýra ár, hevur nú sagt starvið frá sær og ørindi hennara í Føroyum var at siga farvæl við umboðini í felagsskapinum. Hon hevur starvast innan ymisk øki, er ein royndur leiðari og hevur verið stjóri á almenna Sjónleikaraskúlanum í Reykjavík í 10 ár, frá 1982 til 1992, haðani tríggir føroyingar hava tikið útbúgving sum sjónleikari.
Tað var fyrst í farna mánaði, at Helga Hjörvar varð innstillað sum nýggjur stjóri av stýrinum í Norðurlandahúsinum og meðan hon var á vitjan í Føroyum um vikuskiftið varð hon alment tilnevnd.
Byggir á tað undanfarna
Hvørjar ætlanir nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum hevur fyri virksemið í húsinum, er ov tíðliga at siga nakað um enn, men í høvuðsheitum hevur hon í hyggju at byggja víðari á tað grundarlag, ið er lagt.
- Enn havi eg ikki sæð ætlanirnar sum núverandi stjórin hevur lagt fyri framtíðina og tí fari eg ikki í gongd við at gera nakað ítøkiligt, fyrr enn eg komi til Føroyar. Sjálvandi havi eg nakrar tankar um, hvussu húsið skal rekast og hvar mínir møguleikar at reka húsið liggja. Tað sum er stungið út í kortið haldi eg fram við og so fari eg undir at gera nýggjar verkætlanir. Eyðsýnt er, at tá ið nýggjur stjóri kemur í sessin henda broytingar.
- Eg havi nakrar tankar um, hvat Norðurlandahúsið kann brúkast til, hetta fantastiska húsið, sum eg havi skilt, hevur gott festi í tilvitinum hjá fólki, og tað ræður sjálvandi um tey tær tríggjar høvuðsuppgávurnar sum húsið hevur. At føra Norðurlond til Føroya, føra Føroyar til Norðurlond og stuðla føroyska mentanarlívinum. Treytirnar undir virkseminum hjá húsinum og fyri mentanarlívinum yvirhøvur broytast alla tíðina. Karmurin um virksemið hjá húsinum er sjálvandi fíggjarliga orkan og hølini.
- Húsið eigur at kunna verða brúkt sum ein orkudepil. Tað sum eg vil leggja dent á er at fáa í lag framsýningar og framførslur í góðum samstarvi við føroysk listafólk, ið passa inn í skránna og sum íblástur til føroysku áskoðararnar. Eg havi vónir um at fáa eitt gott samstarv við stovnar og felagsskapir í Føroyum, soleiðis at vit vita av ætlanunum hjá hvør øðrum. Tað sum hevur serligan týdning er at gera Føroyar og føroyskt mentanarlív kent í Norðurlondum, tað er sjálvandi eisini tengt at fíggjarligu orkuni, men har havi eg góðan kunnleika til játtandi myndugleikar í Norðurlondum umframt til persónar og stovnar, sum kunnu veita eina hond í at røkka málinum, sigur Helga Hjörvar.
Nógvar skyldur
Funnist hevur verið at Norðurlandahúsinum í seinastuni fyri vantandi fatan og samskipan av tiltøkum. Frammi hevur verið, at fyriskiparar í mentanarlívinum hava kent seg sum biddarar, tá ið teir hava víst á uppskot til tiltøk, sum kundu verið í húsinum. Og ein atfinning hevur verið, at tiltøkini eru ov illa samskipað.
- Húsið hevur nógvar skyldur. Eg vóni at fáa eitt gott samstarv við føroyska mentanarlívið. Norðurlendska mentanarsamstarvið hevur lagt nakrar høvuðslinjur, sum húsið er noytt at fylgja, men eg trúgvi fult og fast upp á, at tað ber til at sameina hesi viðurskifti, sigur Helga Hjörvar.
Sum størsti mentanarmiðdepilin í landinum eigur Norðurlandahúsið eisini ein leiklut í tilevnanini av einum orðaðum mentanarpolitikki, sum ætlandi verður settur í verk um ársskiftið inn í nýggju øldina.
- Leikluturin hjá Norðurlandahúsinum og mær sum stjóra kann eg hugsa mær verður sum ráðgevi við sambondum við hini Norðurlondini. Tá hugsi eg serliga um sambandið við Ísland, har eg var virkin í tíðini, tá ið Ísland fekk ein orðaðan mentapolitikk, sigur Helga Hjörvar.
Hvat kunnu vit læra?
Vit hava hoyrt nógv um íslendsku fyrimyndina í seinastuni, ikki bara, tá ið vit umrøða fullveldiskósina, men kanska serliga, tá ið talan er um mentan og hvussu hon eigur at verða raðfest. Ísland rindar ikki minni enn 2,5 % av bruttotjóðarúrtøkuni til mentanarlívið og íslendingar eru millum mest skapandi fólk í heiminum. Hvat kunnu føroyingar læra av íslendingum?
- Ísland og Føroyar minna meiri um hvørt annað enn til dømis Ísland og Danmark, og Føroyar og Danmark. Londini eru ikki gomul í garði, tá ið vit hugsa um, at tað ikki eru nógv ár síðani, at mentanarlívið sum so varð formaliserað. Sjálvandi er tað gagnligt hjá føroyingum at hyggja eftir, hvussu íslendingar hava gjørt og hvørjar royndir teir hava gjørt sær, men eyðsæð skulu avgerðirnar vera føroyskar.
Helga Hjörvar heldur ikki, at tað er so einfalt at siga, at íslendska mentanin hyggur fram eftir meðan tann føroyska er afturlítandi.
- Eg vil heldur siga, at íslendska nútíðarmentanin byggir á fortíðina og hyggur inn í framtíðina. Uttan at byggja á fortíðina koma vit ikki víðari og støðið í mentanarpolitikkinum í Íslandi byggir á grundarlagið sum var.
- Tað hevur ikki verið nakar lættur dystur at fingið politikarar og myndugleikar at raðfesta mentanina og at játta henni pengar, heldur hinvegin hevur tað verið strævið og drúgt. Minnist meg rætt so vórðu bara 1,5 % av bruttotjóðarúrtøkuni latin mentanini fyri 10-15 árum síðani. So er tað at leggja afturat, at myndin er ikki so einføld, tí vit hava havt trupulleikar við at finna út av, hvat kemur undir list, hvat kemur undir undirvísing, hvar skulu fornminnissøvn bólkast undir og so framvegis.
Fatanin fyri, at mentan kostar pengar er størri í Íslandi enn í Føroyum.
- Jú, tað er hon. Tað kemst av, at mentanarstovnarnir í Íslandi, har hugsi eg serliga um leiklistina, sum eg kenni best til, hava virkað av álvara síðani beint eftir seinna heimsbardaga. Hesi hálvt hundrað árini síðani hevur verið arbeitt til frama fyri menningini, ið vit síggja í mentanarlívinum í Íslandi í dag. Fyrsti íslendingurin, sum fekk útbúgving sum sjónleikari, hevði læraraprógv frammanundan. Hann fór til Danmarkar at lesa leiklist og íslendingar hildu hann vera óðan í høvdinum at hugsa sær at spæla sjónleik og krevja løn fyri tað.
At fatanin fyri, at mentan kostar pengar ikki er størri og meiri útbreidd er tí, at fólk gera sær ikki far um, hvussu og á hvønn hátt til dømis leiklist ríkar mentanarlívið. Eitt yrkisleikhús er jú allar listargreinirnar í einum og tað er orkukrevjandi. Fær tað ikki orku, so kunnu vit ikki vænta úrslitið, sum vit stremba eftir.
Stórar vónir
Tey, sum starvast innan sjónleik í Føroyum, bæði innan yrkisleik og áhugaleik, hava stórar væntanir til nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum. Í viðtali í blaðnum leygardagin segði Laura Joensen, sjónleikari og dramaleiðari, at við at fáa eitt sjónleikarfólk í stjórasessin kunnu sjónleikarar rokna við, at fatanin fyri tí serliga tørvinum sjónleikurin hevur verður størri og við tí kann sjónleikurin fáa eina aðra raðfesting, tá ið hann er í Norðurlandahúsinum. Umframt at nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum veit nógv um, hvat fer fram í Norðurlondum viðvíkjandi sjónleiki og aðrari mentan og tí verður ein kelda til vitan.
- Eg kenni fortreytirnar fyri yrkisleiki, - mín bakgrund er bæði áhugaleikur og yrkisleikur og eg skilji munin sum er og havi virðing fyri tí. So eg rokni við, at eg uttan iva verið ein góður samrøðupartnari. Samstundis vil eg eisini leggja stóran dent á at fáa sjónleik úr øðrum Norðurlondum í Norðurlandahúsið. Har havi eg stóran kunnleika til, hvat hendir á sjónleikarøkinum aðra staðni. Men tað verður sjálvandi gjørt í góðum samstarvi við føroyskar sjónleikarar, sigur Helga Hjörvar at enda í viðtali.