Eyðun biður farvæl

B36 skal hava nýggjan venjara

Nú er tað greitt, at B36 skal hava nýggjan venjara. Heimadysturin leygardagin ímóti TB verður síðsta ferðin, at Eyðun Klakstein fer at hava ábyrgdina av B36 liðnum:

- Tað var síðsti august mánað, at eg boðaði leiðsluni frá, at eg ikki hevði hug at halda fram, og nú havi eg givið spælarunum boðini. Tað er eingin dramatikkur í hesum. Eg havi verið tvey ár í B36, og vit vunnu FM í fjør, og í ár hava vit kvalifiserað okkum at spæla í Europa næsta summar. B36 er eitt framúr væl skipað og væl rikið felag, har eg havi kent meg sera væl, og spælararnir hava víst góðan hugburð, sigur Eyðun Klakstein.

Men hví gevst tú so?

-Eftir at hava hugsað meg um í eina tíð, eri eg komin til ta niðurstøðu, at eg skal halda frí frá fótbóltinum í eina tíð. Síðani smádreingjaárini hevur tað mesta snúð seg um fótbólt – fyrst sum spælari og síðani sum venjari. Nú er tíð at steðga á og harvið at geva møguleikar fyri onkrum øðrum, sigur Eyðun Klakstein.

Umframt at hava vant B36 tvey tey seinastu árini, so hevur Eyðun Klakstein verið venjari í barndómsfelagnum KÍ. Har var hann í fleiri ár ungdómsvenjari og síðani venjari hjá besta liðnum.