Eyðun á Borg og tann einfalda frágreiðingin

Hjalmar P. Petersen
--------

Hann sigur, Eyðun, at tann einfalda frágreiðingin uppá, at mann sigur ein øl, er, at talan er um eina fløsku, og hon er kvennkyn. Nei, so er ikki. Og hvussu forklárar Eyðun so kallkynsformin: ølurin? Her er so eingin fløska aftanfyri. Talan er um konkret navnorð og massanavnorð. Tað sæst aftur í vatn. Vit hava tvey stór vøtn í Vágum. Leitisvatn og Fjallavatn. Men Eyðun kann ikki siga, at ‘eg fari at drekka fleiri góð vøtn’, á sama hátt sum hann ikki kann siga ‘eg fari at drekka fleiri góð øl’.
Viðvíkjandi orðanýtslu míni. Well, tolir Eyðun ikki orðavalið, so sløkk útvarpið.