Eyðun Klakstein nærkast venjarastarvi

Nógv bendir á, at Eyðun Klakstein verður venjari í bestu deildini aftur

Í løtuni eru tað bara trý av teimum tíggju feløgunum í bestu deildini, sum hava sett venjara til komandi kappingarár. Tey eru B36 (Jákup á Borg), KÍ (Mikkjal Thomassen) og EB/Streymur (Heðin Askham).

 

Nú røkist fyri, at talan verður um eitt fjórða felag, ið hevur funnið sær venjaran til komandi kapparár. Talan er um Skála, sum skal eitast at næstan hava gjørt sáttmála við Eyðun Klakstein, sum seinast var venjari hjá B36.

 

Pauli Poulsen boðaði fyri eitt sindur av tíð síðani frá, at hann ikki fór at halda fram á Skála. Síðani hava onkrar gitingar verið, men nú er líkt til, at Eyðun Klakstein er besta boðið upp á ein komandi venjara hjá teimum appilsingulu av Skála.