Eyðun: Tað bleiv ov hektiskt móti endanum (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum ÍF-Víkingur 1-2 (0-2), og hoyr høvuðsvenjararan hjá Víkingi, Eyðun Klaksstein seta orð á sigurin.

##med2##

Víkingar fingu hevnd fyri 1-2 tapið á heimavølli móti ÍF fyri tveimum mánaðum síðani við at vinna 2-1 á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði. Í steðginum var Víkingur á odda 2-0.

ÍF – Víkingur 1-2 (0-2)

0-1: Finnur Justinussen 31.

0-2: Gunnar Vatnhamar 42.

1-2: Karl Løkin 56.

Eyðun Klakstein heldur, at tað bleiv ov hektiskt móti endanum tá ÍF mundi javnað, og verjan hjá Víkingi mátti rudda bóltur burtur av málstrikuni. Eyðun heldur, at Víkingur átti í mun til spæl og málmøguleikar at hava lagt seg meira á vanda, og burdi aldrin verið komið í vandastøðuna. 

Men Eyðun Klakstein kann umframt sigurin fegnast um tvey góð mál.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard. 

(ÍF-Víkingur 1-2. Hoyr málini og samrøðu við Eyðun Klakstein)