Eyðvør Thomsen skal venja AB

-

Hóskvøldið í farnu viku skrivaðu Eyvør Thomsen og AB undir sáttmála, sum komandi árið ger nú fyrrverandi HB-leikaran til venjara hjá AB.
Eyvør Thomsen er 21 ára gomul, men hóast sín unga aldur, so hevur hon drúgvar royndir sum leikari á besta HB-liðnum, tó at hesar royndir hava verið skerdar nakað seinasta árið orsakað av støðugum trupulleikum við skaðum.
Tað hevur annars verið Johan M. Stenberg, sum hevur vant AB-kvinnurnar í ár, men eftir eitt gott ár, sum enntá endaði við uppflyting metir hann seg ikki hava neyðugu orkuna til venjarastarvið.