Hon heldur, at nógv kundi verið øðrvísið, um hon longu sum barn hevði fingið at vita, hvat bagdi sær, og fekk ta hjálp, henni tørvaði, tí nógv sýnist ómøguligt at rætta uppaftur nú
Í drúgvari samrøðu í Sosialinum greiðir hon frá, at hon, síðan hon var tannárngur, hevur havt kenslu av ikki at vera sum flest onnur, og langt upp í síni vaksnu ár bleiv hon alsamt meira sannførd um, at hon einfalt bara var býttari enn onnur. Ella at hon kanska spakuliga bleiv dement. Tí hon megnaði ikki at hugsavna seg um nakað, onki festi seg í minninum, og hon visti at enda ikki síni livandi ráð.
– Eg hevði tað ræðuliga ringt. Sum ungur tannáringur, royndi eg bara at goyma meg og fjala út yvir, tí eg helt bara, at øll hini vóru klókari og dugdu betur. Men síðan eg var 17, havi eg gingið til lækna fyri at royna at fáa eina frágreiðing um, hví eg hevði tað soleiðis. Og ja, eg havi eisini latið meg kannað fyri demens, men tað bleiv tíbetur staðfest, at tað hevði eg ikki, greiðir Eyðfríð frá.
Læknarnir hildu ikki, at henni feilti nakað serligt, men at hon helst hevði tunglyndi, og tí hevur hon eisini gingið til sálarfrøðing. Onki hjálpti tó, og sum árini gingu, versnaði støðan bara.
At hon kundi hava nakað, ið bara líktist ADHD, hugsaði Eyðfríð als ikki um.
##med2##
– Tí sjálvt um eg eri ein Abrahamsen, so eri eg alt annað enn hyper, og eg helt jú, at alt skal koyra við fullari ferð hjá fólki við ADHD, sigur hon við einum brosi.
Men fyri okkurt um 10 árum síðan hoyrdi hon fyri fyrstu ferð um, at tað eisini var ein diagnosa, ið kallaðist ADD. Ella rættari, hon las um tað í eini grein í blaðnum Kvinna.
- Tað var ein kvinna, sum las til lærara, og í greinini greiddi hon frá, hvussu ræðuliga stríggið alt var. Eg kendi meg aftur í øllum og var beinanvegin sannførd um, at eg feilti tað sama sum kvinnan í greinini, og hon var diagnostiserað við ADD – altso ADHD uttan H’ið. Síðan havi eg funnið út av, at talan helst er um sama brek, men hyperaktiviteturin, sum er so sjónligur hjá einum við ADHD, er bara í staðin innaní hjá einum við ADD, greiðir Eyðfríð frá.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.












