Í dag er nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum FSF og Eyðun Klakstein. Sáttmálin ber við sær, at Eyðun Klakstein verður landsliðsvenjari fram til og við 2029. Atli Gregersen heldur fram sum hjálparvenjari, og hinir í venjaratoyminum vera teir somu, sum tað sæst í niðanfyri standandi tíðindaskrivi frá FSF.
Í Dimmalætting, sum kom út undan vikuskiftinum, sæst, at Eyðun Klakstein er tann landsliðsvenjarin, sum síðani Føroyar vóru partur av altjóða fótbólti í 1988, ið hevur vunnið størst úrtøku í miðal fyri hvønn dyst.
https://www.dimma.fo/bladid/f4cee05a-18b7-4b02-9fcf-05c25a36f910
Í dag er nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum FSF og Eyðun Klakstein. Sáttmálin ber við sær, at Eyðun Klakstein verður landsliðsvenjari fram til og við 2029. Atli Gregersen heldur fram sum hjálparvenjari, og hinir í venjaratoyminum vera teir somu, sum tað sæst í niðanfyri standandi tíðindaskrivi frá FSF.
Í Dimmalætting, sum kom út undan vikuskiftinum, sæst, at Eyðun Klakstein er tann landsliðsvenjarin, sum síðani Føroyar vóru partur av altjóða fótbólti í 1988, ið hevur vunnið størst úrtøku í miðal fyri hvønn dyst.
Miðalúrtøkan hjá Eyðuni Klakstein er 1,6 stig í 15 dystum. Eyðun hevur vunnið átta dystir og tapt sjey dystir.
Næst eftir miðaltalið hjá Eyðuni Klakstein, sum er 1,6, er miðaltalið hjá Håkani Ericson. Miðaltalið hjá honum fyri 48 dystir er 0,83, og næstir í røðini eru Lars Olsen, sum hevði ábyrgdina í 54 dystum og vann 0,63 stig í miðal, og so Allan Simonsen og Henrik Larsen. Miðalúrtøkan hjá teimum var fyri ávikavíst 52 og 24 dystir 0,6 stig og 0,58 stig.
Einasti ikki norðurlendski føroyski landsliðsvenjarin higartil er írski Brian Kerr. Hann hevði frá 2009 og til 2011 ábyrgdina í 19 dystum. Tá vunnu Føroyar tveir dystir, og tveir endaðu við javnleiki. Miðalúrtøkan hjá íranum var 0,42 stig.
FSF skrivar soleiðis í dag:
Venjararatoymið heldur fram til 2029
FSF hevur longt sáttmálan við Eyðun Klakstein, sum sostatt heldur fram sum høvuðsvenjari hjá føroyska manslandsliðnum til og við 2029. Somuleiðis eru sáttmálar gjørdir við hinar í venjaratoyminum, Atla Gregersen, Magna Mohr, Jákup Reinert Højgaard og Géza Tamás Turi
Við avgerðini tryggjar Fótbóltssamband Føroya sær framhald og støðufesti kring A-landsliðið hjá monnum komandi árini. Venjaratoymið hevur síðstu tíðina arbeitt miðvíst við at byggja upp eitt sterkt landsliðsumhvørvi, og tað arbeiðið skal nú halda fram.
– Vit eru sera fegin um, at tað hevur eydnast at leingja samstarvið við Eyðun og restina av venjaratoyminum. Teir hava víst stórt arbeiðssemi og fakliga dygd, og vit hava álit á, at teir kunnu halda fram við menningini av føroyska manslandsliðnum, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.
Eyðun Klakstein fegnast um nýggja sáttmálan.
– Tað er ein stórur heiður at sleppa at halda fram sum landsliðsvenjari. Eg eri takksamur fyri stóra álitið frá FSF og glaður fyri, at vit halda fram við sama venjaratoymi. Vit gleða okkum til uppgávurnar, sum liggja fyri framman, sigur Eyðun Klakstein.
Við nýggja sáttmálanum verður tryggjað, at sama venjaratoymið heldur fram á manslandsliðnum.
Venjaratoymið
– Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari
– Atli Gregersen, hjálparvenjari
– Magni Mohr, kropsligur venjari
– Jákup Reinert Højgaard, greinari
– Géza Tamás Turi, málmansvenjari











