Effodeildin: Hann var glaður, lættur, hásur og næstan rørdur, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann. Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ kundi fegnast beinleiðis á Ràs2, at nú fer Ìtróttar-Sosialurin ikki at telja hvussu nógvar dagar eru farnir síðani KÌ seinast vann ein dyst í effodeildini.
- Hetta er ein stórsigur, segði KÍ-venjarin við hásari rødd. Liðskiparin hjá AB, Dion Splidt iðraði seg um, at teir í AB einki stig hava fingið í teimum báðum seinastu dystunum ímóti TB og KÌ, men hann staðfesti, at enn hevur AB lagnuna í egnum hondum.
Undir myndini ber til at hoyra eitt ljóðbrot, har til ber at hoyra samrøðurnar við Eyðun Klakstein og Dion Splidt. Fremst hoyrist løtan, tá Álvur Christiansen skoraði sigursmálið, og tað ber eisini til at hoyra løtuna, tá dysturin varð bríkslaður av. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Bill McLeod Jacobsen, U21 landsliðsvenjari var viðmerkjari.