Eyðun Klakstein vann Lesaravirðislønina

Bókin ”Lygn” hjá Eyðun Klakstein hevur vunnið ársins Lesaravirðisløn hjá føroysku bókasøvnunum.

Í allan februar mánað hevur verið gjørligt at atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í 2025 vóru »Lygn« eftir Eyðun Klakstein, »Sára Malena: seinasta gandakellingin í Føroyum« eftir Sólrún Michelsen og »Vilstar røtur« eftir Ingun Christensen, og vinnarin gjørdist »Lygn«.

Mikudagin klokkan 17 verður Lesaravirðislønin, áljóðandi 30.000 krónur, handað á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

– Øll eru hjartaliga vælkomin til handanina, har vit fara at fáa upplestur, tónleik og lítið ábit, skrivar Bókasavnið við Løkin.

##med2##

 

Á øðrum sinni verður Lesaravirðislønin latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.