Eygnavitni í Halle: Maðurin aftan fyri meg má vera deyður

– Eg krógvaði meg. Trý eygnavitni í Halle siga, at álopsmaðurin var tungt vápnaður og virkaði professiónellur.

Í eysturtýska býnum Halle sá Max Privorotzki í vakmyndatólinum hjá synagoguni ein tungt vápnaðan mann við stálhjálmi og riflu skjóta ímóti hurðini fyri at sleppa inn.

Maðurin, sum stóð hinu megin hurðina, drap í dag tvey fólk og særdi onnur tvey í býnum.

Tað eydnaðist tó ikki honum at sleppa inn í synagoguna, har millum 70 og 80 fólk vóru í sambandi við jødiska semjudagin Yom Kippur.

##med2##

– Maðurin sá út, sum um hann var frá serdeildini. Men hurðar okkara hildu, sigur Max Privorotzki, sum er formaður í jødisku meinigheitini í Halle, sambært AFP:

Eftir at maðurin hevði roynt at sloppið inn í synagoguna, royndi hann at skjóta portrið í einum jødiskum kirkjugarði upp.

– Vit avbyrgdu dyrnar innanífrá og bíðaðu eftir løgregluni. Í meðan hildu vit fram við gudstænastuni, sigur Max Privorotzki.

600 metrar frá synagoguni sat Conrad Roessler á eini turkiskari matstovu. Hann sá »ein mann í hjálmi og hernaðarbúna« tveita eina granat ímóti matstovuni.

– Granatin rakti dyrnar og sprongdist, sigur Conrad Roessler sambært AFP.

##med3##

– Illgerðarmaðurin skeyt minst einaferð ímóti staðnum – maðurin aftan fyri meg má vera deyður. Eg krógvaði meg á vesinum og læsti dyrnar.

Matstovueigarin, Rifat Tekin, sá eisini mannin, sum leyp á í Halle. Hann lýsir illgerðarmannin sum ein kyniskan professiónellan.

– Hann var stillur, stillur sum ein professiónellur. Kanska hevur hann gjørt hetta fleiri ferðir. Sum eg, tá eg geri kebab – hann gjørdi tað sum ein professiónellur, sigur Rifat Tekin sambært AFP.

Ein persónur er eftir álopið handtikin. Løgreglan heldur, at hann hevur verið einsamallur um álopið.

Keldur siga við týsku tíðindastovuna dpa, at illgerðarmaðurin er ein 27 ára gamal týskur maður við røtum í tí víðgongda høgraumhvørvinum í Týsklandi.

Illgerðarmaðurin filmaði álopið og livestroymdi tað á heimsíðuni Twitch.

 

/ritzau/AFP