Mánadagin var Eysturbúgvin inni við sløkum 100.000 pundum av upsa, toski og hýsu. Teir trola saman við Vesturbúgvanum, sum hevði nøkulunda somu nøgd, men landaði til annað virki. Meira enn helmingurin av upsanum hjá Eysturbúgvanum var upsi 4, og tað er rættiliga smáur upsi.
Hoyvíkingur, sum landaði týsdagin, hevði 50.000 pund; teir høvdu roynt á Føroya Banka. Størra helvtin av veiðini var hýsa, restin toskur. Í báðum førum var slagið gott, siga tey á Sandi. Umleið helmingurin av veiðini var hýsa 1 og toskur 1. Hoyvíkingur hevði stuttan túr; teir høvdu roynt í seks dagar, tá ið hann øtlaði veðrið.
Samanhangandi
Bæði á virkinum á Sandi og í Skopun hava tey arbeitt hvønn dag hesa vikuna, tí umframt fiskin hjá Eysturbúgvanum og Hoyvíkingi, hevur Sandoy Seafood keypt væl av fiski á uppboðssølu.
- Eg veit ikki rættiliga, hvussu nógv er komið av uppboðssøluni, men her hava fleiri trailarar verið við fiski. So, vit hava fisk til alla hesa vikuna, sigur Jóan Petur Vest.