Eysturkommuna stuðlar tónlist

Eysturkommuna skrivar, at aftur í ár verður serlig satspulja sett av til ávísa listagrein, og avrátt er, at satspuljan í 2026 verður halgað tónlist. Stuðul kann veitast til endamál, ið eru viðkomandi fyri Eysturkommunu

Orðið tónlist skal í hesum sambandi skiljast breitt og snýr seg millum annað um at skapa, framleiða, taka upp, geva út, framføra, men eisini umsóknir umboðandi okkurt annað slag av tónlistarligum virksemi kunnu vera viðkomandi.

 

Til at meta um umsóknir leitar Mentanarnevndin sær serkøna ráðgeving frá uttanveltaðum fólki.

 

Samstundis er ætlanin at varpa ljós á ymiskar tættir av tónlistini í Eysturkommunu, so partur av virkseminum, sum vit møguliga ikki hoyra so nógv um, kann gerast sjónligt í almenna rúminum í kommununi.

 

Umsóknarfreistin til satspuljuna til tónlist er hin 1. apríl 2026. Svar upp á umsóknirnar kann væntast innan seks vikur.