Hetta seinasta árið er fólkatalið minkað mest í Eysturoy.
Tað vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt yvir gongdina í fólkatalinum frá juli í fjør til juli í ár.
Sum tað sæst í aðrari grein longur niðri á Portalinum, minkar fólkatalið alsamt, av tí at burðaravlopið minkar alsamt, samstundis sum fráflytingin alsamt veksur.
Hagstovan vísir eisini á, at tað er stórur munur í gongdini í burðaravlopi og fráflyting í teimum ymsu kommununum.
Uppgerðin vísir, at fólkatalið minkaði í 21 kommunum, tað vaks í átta kommunum og var óbroytt í einari kommunu. ?
Størsti vøksturin við var í Vága, Vestmanna, Klaksvíkar og Kvívíkar Kommunum. Hetta kemst av stórum burðaravlopi og ella tilflyting.?
Hinvegin var størsta minkingin í fólkatalinum í Tórshavnar-, Eystur-, Sunda- og Sørvágs kommunu.
Tað er serliga tann stóra nettofráflytingin, ið ger munin.
Lutfalsliga var størsta minkingin er í Húsa-, Skálavíkar-, Sumbiar- og í Sands kommunum.
Samstundis er stórur munur á kommununum í burðaravlopi og flyting.
Eitt nú er burðaravlopið bara trý í Klaksvík, samstundis sum tað er 110 í Tórshavnar kommunu. Hinvegin flutti níggju fólk til Klaksvíkar og 183 fólk fluttu úr Tórshavn.
Annars er er størsta minkingin í Eysturoy, sum talvan vísir. Har minkaði fólkatalið 80 fólk ella 0,7%.?Tað er ein stórur partur av allari minkingini, sum var uppá 195 fólk fyri alt landið.
Fólkatalið minkaði í øllum økjum uttan í Norðoyggjum.
Men vøksturin í Norðoyggjum var ógvuliga avmarkaður, tí hann var bara upp á eitt einstakt fólk.
Lutfalsliga størsta minkingin var í Sandoy, har fólkatalið minkaði 1,5%.