Eysturríki valt sínar spælarar

Fríggjakvøldið spæla Føroyar og Eysturríki HM-fótbóltsdyst í Wien, og landsliðssvenjarin hjá Eysturríki, Marcel Koller, hevur nú sett navn á spælararnar, sum skulu forða fyri eini nýggjari eyðmýking ímóti Føroyum.

 

Spælararnir koma úr stórum og kendum feløgum kring Europa. Nógvir av eysturríksku spælarunum spæla við stóru feløgunum í Týsklandi, men spælarar koma eisini úr heimligu feløgunum, og millum annað úr Italia, Onglandi og Ruslandi.

 

Stóra stjørnan hjá eysturríkarum er ungi David Alaba, sum er profilur á einum av sterkastu liðunum í Europa í løtuni, FC Bayern. Niðan fyri sæst hópurin hjá Eysturíki, sum skal spæla ímóti Føroyum og Írlandi komandi dagarnar.

 

Málmenn:

Robert Almer (Dusseldorf)

Lukas Koenigshofer (Rapid Wien)

Heinz Lindner (Austria Wien)

 

Verjuspælarar:

Aleksandar Dragovic (Basel)

Christian Fuchs (Schalke 04)

Gyoergy Garics (Bologna)

Florian Klein (Salzburg)

Emanuel Pogatetz (West Ham)

Sebastian Proedl (Werder Bremen)

Franz Schiemer (Salzburg)

Markus Suttner (Austria Wien)

 

Miðvallarspælarar:

David Alaba (FC Bayern)

Marko Arnautovic (Werder Bremen)

Julian Baumgartlinger (Mainz)

Martin Harnik (VfB Stuttgart)

Andreas Ivanschitz (Mainz)

Jakob Jantscher (Dynamo Moskva)

Zlatko Junuzovic (Werder Bremen)

Veli Kavlak (Besiktas)

Christoph Leitgeb (Salzburg)

 

Álopsspælarar:

Philipp Hosiner (Austria Wien)

Marc Janko (Trabzonspor)

Andreas Weimann (Aston Villa)