Arbeiðsloysisskipanin
?Eg veit um dømi um fólk, sum ikki fáa meiri enn fimm krónur um tíman frá ALS. Soleiðis ber ikki til at fara við fólki nú á døgum.
Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag er, alt annað enn nøgdur við tær sømdir, sum tímalønt fáa frá Arbeiðsloysisskipanina.
Men tað er hann ikki einsamallur um, tí bæði Handverkarafelagið og Arbeiðskvinnufelagið í Fuglafirði hava saman við Arbeiðsmannafelagnum, skrivliga heitt á ALS um at broyta skipanina. Samstundis hava tey eisini heitt á landsstýrismannin í vinnumálum og á Løgtingið um at gera nakað við støðuna.
Óli Johannesen sigur, at vanliga verður sagt, at útgjaldið úr ALS er 70% av eini tímaløn, ella 61 krónur um tíman.
?Men tað er ikki meiri enn hálvur sannleikin, tí tað veldst um, hvussu høg inntøkan hevur verið frammanundan.
Hann sigur, at útgjaldið úr ALS verður altíð útroknað eftir, hvat ein hevur fovunnið frammanundan.
? Tvs, at eru tað fólk, sum hava havt lítla inntøku frammanundan, fáa eisini lítið útgjald úr ALS.
Hann sigur, at hetta kann vera talan um fólk, sum júst eru komin á Arbeiðsmarknaðin.
? Men tað kann sanniliga eisini vera talan um fólk, sum hava verið arbeiðsleys longi í kreppuni og ikki eru sloppin aftur á arbeiðsmarknaðin, fyrrenn nú, tað er brúk fyri teimum.
Formaðurin í Fuglafjarðar Arbeiðsmananfelag sigur, at hesi eru ikki so fá, tí tað slepst ikki undan, at kreppan spøkir enn.
Hesi fólkini hava mangan havt lítla inntøku frammanundan. Og tá ið útgjaldið úr ALS verður roknað útfrá inntøkuni teir seinastu 12 mánaðirnar, eru tað mong, sum fáa lítið og onki.
?Tað er beinleiðis ómoralskt at gewva fólki fimm krónur um tíman, tí hesi fólkini hava ongar útvegir enn at royna at sleppa undir forsorgina hjá Almannastovuni.
?Men fyri at ein skal fáa forsorgarhjálp frá Almannastovuni vegna arbeiðsloysi, krevst, at viðkomandi er skrásettur at vera arbeiðstøkur hjá ALS.
? Summi av hesum fólkum byrja við einum útgjaldi frá ALS uppá 0 krónur um tíman, tí tey hava onga inntøku havt. Men tíðin telur framvegis tað sama, so eftir at hava verið 798 dagar í ALS, verða tey koyrd úr skipanini.
? Sostatt eru tað mong, sum eru fangað í eini fellu, sum tey illa sleppa burturúr.
Óli Johannesen sigur, at hetta ger seg ikki minst galdandi hjá teimum, sum eru í fiskavirkisskipanini.
? Tað kann vera so ymiskt sum ger, at fólk ikki sleppa til arbeiðis í fiski. Tað kann verða illveður ella harður streymur. Ella tað kann vera tí, at skip avreiða uttanlands. Ella tað kann eisini vera tí at ILA hevur gjørt um seg í einum alibrúki o.s.fr.
Altíð fulla løn
Tað, sum fakfeløgini í Fuglafirði nú hava heitt á ALS og á vinnumálastýrið og Løgtingið, er, at skipanin verður broytt, so at fólk altíð skulu fáa 70 % av vanligari tímaløn, ella 61 krónur um tíman, úrALS.
? Ofta verður sagt at tað eru tey tímaløntu sum halda samfelagnum uppi. Men eg skilji onki av at samfelagið ikki skal hava ráð til at betala teimum, sum halda tí uppi, 61 krónur um tíman,
Samstundis vilja feløgini hava, at fólk hereftir skulu stempla ALS kortini úti á økinum, heldur enn at senda tey til Havnar.
?Fólk skulu stempla ALS kortið úti í økinum, tí so ber altíð skjótt at útvega virkjum arbeiðsmegi, sum mangla. Sostatt hevði tað eisini verið ein vinningur fyri tey virki, sum mangla fólk í eini knappari vending, sigur hann.
Enn hava feløgini í Fuglafirði onki svar fingið uppá brøvini, tey hava sent.
Sí eisini viðmerkingar frá Karini Kjølbro, stýrisformanni í ALS, aðrastaðni í blaðnum.