Tjóðartingið í Spania hevur samtykt eina lóg, sum bannar almennum starvsfólkum at halda tann gamla siðin at fáa sær ein lúr aftan á døgurða ella "siesta", sum spaniumenn rópa hetta fyribrigdið.
Jordi Sevilla, ráðharri í trivnaðarmálum, sigur við Reuter, at lógin skal gera tað lættari hjá fólki at sameina arbeiði og familjulív, og hann man vita, hvat hann tosar um, tí sjálvur eigur hann trý børn. Harafturat hevur broytingin stóran samfelagsligan týdning, tí sambært einari kanning brúka spaniumenn bara 60 prosent av tí vanliga arbeiðsdegnum til sjálvt arbeiðið.
Eftir nýggju lógini skulu tey almennu starvsfólkini í Spania hava døgurðatíma frá klokkan 12 til 13 eins og aðrir evropearar og ikki frá klokkan 14 til 16 sum higartil. Jordi Sevilla, ráðharri, sigur, at við broytingini kunnu fólk fara til hús klokkan 18 og ikki sum nú klokkan 20.
Stjórnin sigur seg vóna, at tey privatu arbeiðsplássini fara at gera tað sama sum tey almennu, men nógvir spaniumenn eru ímóti broytingini, tí teir vilja fegnir varðveita døgurðalúrin heldur enn at koma tveir tímar fyrr til hús um kvøldið.