Fáa ikki hjálpt børnum og ungum so væl sum ynskiligt er

Barnabati ger nú vart við, at børn og ung í Føroyum, sum hava trupulleikar av ymsum slagi, fáa ikki ta hjálp tey eiga at fáa. Tað ger Barnabati vart við í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú Løgtingið fer at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár.  

 

Barnabati sigur, at tað er tað fíggjarliga grundarlagið, tey hava at virka á, at tey siga, at tey ikki fáa hjálpt børnum og ungum við ymsum trupulleikum, so væl, sum ynskiligt er. 

 

–  Nógv børn og ung í Føroyum føla seg einsamøll við sínum trupulleikum, siga tey í Barnabata. Tey siga, at tey hava roynt at lofta hesum børnum og í hesum sambandi hava tey stovnað Tú & Eg ráðgevingina, har tað ber til hjá børnum og ungum at ringja at greiða frá sínum trupulleikum, sum tey ikki føla, at tey kunnu tosa við onnur um. Og tey kunnu vera dulnevnd, tá ið tey ringja.

 

Hetta gevur Barnabata eitt gott innlit í hvat børn hugsa, og hvørjir trupulleikar tey hava. Og endamálið hjá Barnabata er altíð at kunna verða til taks um eitt barn ella ein ungdómur, hevur ein trupulleika, tey hava brúk fyri at tosa við onkran um.

 

– Tískil miðar Barnabati ímóti at økja um upplatingartíðirnar hjá Tú & Eg Ráðgevingini, men við verandi fíggjarorku ber tað ikki til.

 

Barnabati fær 450.000 krónur til alt virksemi, men nú heita tey á Løgtingið um at játta 780.000 krónur til Tú & Eg Ráðgevingina, umframt 420.000 krónur til átakið, tey kalla Betri Vinir, sum hevur til endamáls at fyribyrgja happing.