Fáa slakar fýra milliónir til sakførararnar

Tað loysti seg at vera sakførari í sakarmálinum ímillum Taks og vinnuna í Gøtu.

Upprunin til sakarkravið er, at partaeigararnir í Vinnuni í Gøtu, høvdu goldið sær vinningsbýtið og tað kravdi TAKS, at tey skuldu rinda góðar 53 milliónir í skatti av.

Tað rindaðu tey, men samstundis stevndu tey Taks eftir pengunum, tí tey mettu ikki, at tey skuldu rinda skatt av vinningsbýtinum og tað sakarmálið vunnu tey.

Tískil noyddust Taks at rinda teimum pengarnar aftur.

Men tað vóru eisini tveir aðrir vinnarar í hesum sakarmálinum og tað vóru sakførararnir báðir, Djóni Thomassen (og ikki Jónfinn Thomassen, sum Sosialurin skrivar av misgáum), sum umboðaði Taks og Christian Andreasen, sum umboðaði vinnuna.

Teir fingu tilsamans yvir 5,8 milliónir í løn fyri at føra sakina.

Rætturin hevur sjálvur ásett ómaksløna hjá sakføraranum hjá Vinnuni, sum vann sakina.

Í hesum sambandi fær sakførarin tvær milliónir fyri at føra sakina í Føroya Rætti og eina millión afturat fyri at føra sakina í Landsrættinum, og her er mvg talt við.

Hinvegin hevur Djóni Thomassen skrivað Taks eina rokning á góðar 1,8 millión fyri at føra sakina í Føroya Rætti og eina millión afturat fyri at føra málið í landsrættinum, ella tilsamans góðar 2,8 milliónir.

Taks vildi ikki góðtaka rokningina upp á góða 1, 8 millión fyri at føra sakina í Føroya Rætti.

Taks hevur fyribils rindað sakførararnum 700.000 krónur.

Men annars hevur Taks lagt málið fyri danska Advokatsamfelagið at meta um, antin rokningin er rímilig ella ikki.

Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, sigur við Sosialin, at tey hava fingið at vita, at ongin niðurstøða verður í málinum fyrrenn einaferð seint í vár.

Løgtingið hevur nú samtykt, at Taks skap fáa pengarnar at rinda sakførarunum fyri.