Tað er langt millum fráboðanirnar um vespur í ár.
Vesputýnarin í Havn, Eirikur Mortensen hevur higartil í ár ikki verið eins niðurringdur av fólki, sum hann var tað í fjør.
- Nei, tað hevur verið meiri friðarligt í so máta, sigur hann við Sosialin.
Higartil í summar eru einans komnar 20 fráboðanir um vespur í høvuðsstaðnum. Hetta er ein minking niður í eina helvt frá í fjør.
- Í fjør høvdu vit nærum fingið 50 fráboðanir áðrenn ólavsøku!, slær Eirikur fast.
Sama skilið í Danmark
Tað er tó ikki bert í Føroyum at fólk undra seg um fækkaða talið av vespum. Í Danmark er sama støðan.
Hetta er vanliga tíðin, tá tað nærum er ein marra at fara túrar í skógin, sita úti og eta, ella servera ís og sodavatn fyri børnunum.
Vanliga kasta vespurnar seg oman yvir alt, sum er søtt - og stinga haraftrat ein og hvønn, sum kemur ov tætt hesum lítla, men illsinta flogkyktinum.
Hesa broytingina hevur eisini leiðarin á Naturhistorisk Museum í Århus lagt merki til.
Við Jyllandsposten hevur hesin, Peter Gjelstrup sagt, at kalda várið í Danmark helst hevur tikið lívið av einum stórum parti av donsku vespunum.
Hann hevur spurt seg fyri ymsastaðni í Danmark, og tað vísir seg at vera sera fá, sum hava borið eygu við vespurnar. Sjálvur hevur hann ikki sæð eitt einasta vespureiður.
- Hevur kuldin í vár veruliga tikið lívið av fleiri teirra, fara tað at ganga mong ár, til stovnurin kemur fyri seg aftur.
- Um so er, so skulu vespurnar annaðhvørt endurinnflyta seg ella spjaða seg út frá teimum vespa-familjum, sum hóast alt hava yvirlivað kalda várið, ljóða hugaligu boðini frá Peter Gjelstrup.
Krevja støðugan hita
Hann hevur sjálvur roynt at lokka vespur fram við bæði at leggja honning og súltutoy út.
- Men har er eingin vespa komin fram, og so kemur tað væntandi heldur eingin seinni, sigur hann.
Sambært honum so skal vespadrotningin, tá hon um várið kemur fram og byrjar at byggja reiður sítt, hava hitan inni í reiðrinium upp móti tríati stigum fyri at kunna yvirliva.
- Men er tað kalt, kann tað verða ógjørligt at halda ein støðugan hita á 30 stigum. Og so doyggja bæði drotning og ormvera.
- Tað er helst tað, sum er hent mangastaðni í ár, greiðir hann frá.
Vespur kring allan býin
Føroyski vesputýnarin, Eirik Mortensen í Havn hevur higartil í ár fingið bert 20 fráboðanir um vespur. Tær eru komnar úr ymsum herðashornum í høvuðsstaðnum.
Eirikur Mortensen sigur, at hann hevur bæði fingið fráboðanir úr Miðbýnum, Gundadali og Vesturbýnum. So vespurnar eru allastaðni, hóast tær helst eru og verða! færri í tali í ár enn í fjør.
Eitt rættiliga stórt vespureiður varð herfyri avdúkað í sjálvum býráðssalinum í Havn. Boð vórðu beinanvegin send eftir vesputýnaranum, og stutta løtu seinni var eitt rættiliga stórt vespureiður minni í høvuðsstaðnum.
Hinvegin so kann eingin kenna seg vissan í, um ein ikki kortini kann koma fram á vespur henda næsta mánaðin.
Eirikur Mortensen hevur bert við vespureiður at gera í Havn, men hann veit tí ikki um, hvussu støðan er í øðrum støðum kring landið.
Treytir fyri týning
Fyri at kunna fremja týningina nøktandi og munadygt hevur Tórshavnar kommunan sett tvær treytir, sum skulu lúkast.
1. Ávísast skal eitt býli ella eitt stað har sum vespurnar alla tíðina flúgva inn og út. Týnarin átekur sær ikki at týna og drepa einstakar flúgvandi vespur.
2. Fráboðarin ella annar av ánaranum heimilaður persónur skal vera inni/heima, meðan týningin verður framd. Eiturpulvur verður sprænt inn í og uttan um býlið.
Um býlið t.d. er millum skins og hold, og tað lekur inn í búrúmini tá sprænt verður, so má onkur vera inni og siga frá, um eiturpulvurið treingir inn. Um so er verður støðgað beinanvegin Bert ánari av avvarðandi ogn ella umboðsfólk ánarans kann biðja um týning.