Eftir steðg í næstbestu deildini í eitt ár brynja fuglfirðingar seg nú til nýggju avbjóðingina, sum verður í bestu deildini.
Tað er greitt, at Hegga Samuelsen framvegis verður venjari, og nú hava fýra spælarar skrivað undir uppá, at teir eisini næsta ár fara at spæla við ÍF, sigur heimasíðan hjá felagnum.
Talan er um toppskjúttan í ár, Jan Ó. Ellingsgaard, miðverjan Poul Nolsøe Mikkelsen, vongverjan Gunnar Christiansen og miðvallaran Arnhold Kristiansen.
Felagið skrivar soleiðis:
Arnold er 23 ár, og hevur altíð spælt við ÍF. Fyri besta liðið hevur hann spælt 27 dystir, skorað 4 mál og lagt upp til 2 mál.
Poul er klaksvíkingur, men hevur síðani hann var 17 ár spælt við ÍF. Hann er í dag 23 ár, og hevur spælt 94 dystir, skorað 3 mál og lagt upp til 4 mál fyri besta liðið hjá okkum.
26 ára-gamli Gunnar er eisini klaksvíkingur, men fer nú undir sítt fjórða ár sum ÍF’ari. Hann hevur spælt 26 dystir, skorað og lagt upp til ávíkavist 2 og 1 mál fyri besta liðið hjá okkum.
Jan er 28 ár, og hevur, fyriuttan eitt ár í NSÍ í 2017, bara spælt við ÍF. Síðani hann byrjaði í 2007, hevur hann spælt 254 dystir, skotið 40 mál og lagt upp til 32 mál fyri besta liðið hjá okkum. Allir hava skrivað sáttmálar, sum eru galdandi fyri 2019 og 2020.