ÍF Føroyar er úti

Tað bar ikki á mál hjá ÍF Føroyum, tá teir í kvøld spældu sera truplan steypadyst í móti HIK í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. ÍF Føroyar tapti ruddiliga 0-4, hart tvey mál fullu í hvørjum hálvleiki.

 

HIK taldi profilar sum Carsten Frederiksen og Nick Christensen, og vann triðbestu donsku deildina í fjør, men tapti dystin um uppflyting. Tí var uppgávan serstakliga trupul.

 

ÍF Føroyar var ikki undir eins stórum trýsti og Føroyar var í móti Týsklandi fríggjakvøldið, men tað var ikki langt frá.

 

Ikki tí, ÍF Føroyar var so sera nær við at minka um munin í yvirtíðini, tá vælspælandi Hanus Eliasen sendi fríspark á tvørtræið. Men eins og týsku landsliðsleikararnir, so vóru HIK eirindaleysir, vunnu bóltin, fluttu hann skjótt niðan í hin endan og gjørdu fjórða málið.

 

Sostatt kundi dysturin endað 1-3, og ikki 0-4 sum hann gjørdi, skrivar heimasíðan hjá ÍF Føroyum.