ÍF Føroyar til HM í fimleiki

ÍF Føroyar er ikki bara fótbóltur, hondbóltur og rógving. Sjey gentur frá Havnar Fimleikafelag eru nú fluttar til Keypmannahavnar, og hava stovnað eitt fimleikalið hjá ÍF Føroyum. Teirra mál er at vinna 1. Deild næsta ár, og soleiðis tryggja sær eitt pláss í HM.

Tað var við ótta í huganum, at tær tríggjar, Lindi Petersen, Jeanni Petersen og Turið Nattestad, fóru til Danmarkar í lestrarørindum, tí tær stúrdu fyri framtíðini innan fimleik. Tær allar hava vant fimleik í mong ár, og vildu fegnar halda fram við hesum í Keypmannahavn.
Tað finnast ein ørgrynna av fimleikafeløgunum í Danmark, men tað riggar ikki altíð so væl hjá einum føroyingi, at fara gerast partur av hesum liðunum, tí so er vandi fyri ikki at sleppa heim í feriunum, tí intens venjing ofta verður løgd, tá fólk hava frí.
Men til alla lukku vóru tær brádliga sjey gentur í Keypmannahavn, sum allar høvdu vant við Havnar Fimleikafelag í mong ár, og tískil tóku tær stig til at stovna sítt egna fimleikafelag undir ÍF Føroyum.
At byrja við var talan bert um hugnaligar venjingar á Oyrasunds næmingaheiminum, men eftir nakrir mánaðir tóku tær avgerð um at venja miðvíst framímóti kappingum, soleiðis at okkurt mál var í eygsjón.
Seinasta vikuskiftið vunnu tær gull til eina kapping í 3. deild í Danmark. Hóast hetta ikki ljóðar av nógvum, so sláa tær tríggjar fast, at býtið í fimleiki er munandi øðrvísi enn í eitt nú fótbólti og hondbólti, og at deildirnar eru býttar eftir hvussu nógvar seriur verða framførdar. Tískil er ikki talan um trið bestu deildina. Støðið er eins høgt sum í teirri deilidini, sum verður nevnd 1. deild.
Tær tríggjar hava ætlanir um at víðka um felagið og møguliga fáa tvey lið til komandi ár, tá ið tær stremba eftir at fáa tvær seriur, vinna 1. deilid og harvið vinna sær pláss til HM.
Allar áhugaðar fimleikagentur við royndum innan fimleik eru vælkomnar uppí liðið. Og við einum brosi sláa tær tríggjar, Lindis, Jeanni og Turid fast, at tað bert er av tilvild, at felagið nú einans hevur kvinnur frá Havnar Fimleikafelag í hópinum.