ÍF fangaði lívlínuna

Við knívinum á barkanum eydnaðist fuglfirðingum at vinna sær trý ómetaliga týðandi stig, tá B68 var á vitjan mikukvøldið

Fótbóltur

Við ongum stigi fyri fyrstu sjey dystirnar stóð heilt nógv á hjá ÍF, tá teir mikukvøldið dystaðust við B68. At toftamenn undan dystinum vóru triði niðastir, gjørdi ikki trýstið minni, tí snøgt sagt, so vildi ÍF verið liðugt, um dysturin ikki kastaði trý stig av sær.

Funnu stríðsviljan
Og tað eydnaðist eisini hjá ÍF at vinna tey trý stigini. Við einum stríðsvilja, sum sjáldan hevur verið sjónligur í ár, vóru teir liðið, sum mest av øllum vildi vinna dystin.
Og tað mundi eisini hjálpa í so máta, at vertirnir løgdu seg á odda eftir bara trimum minuttum. Hanus Eliasen, sum var sera sjónligur gjøgnum allan dystin, dróg seg leysan í høgru, og tá hann sendi innfyri, tveitti Bartal seg fram og stútaði í kassan.
Eftir hetta vóru tað kanska gestirnir, sum høvdu bóltin meira. Teir royndu fleiri ferðir at spæla seg niðaneftir, men tað var tó sjáldan, at teir hóttu ÍF-málið, har Karstin Joensen fyribils hevur játtað at geva eina hjálpandi hond. Og tá teir ta einu ferðina komu heilt nær, eydnaðist fuglfirðingunum kortini at rudda á sjálvari málstrikuni.
Og eftir steðgin punkteraðu gestirnir mest sum heilt. Innan seks minuttir stóð 3-0 á talvuni, og so var eingin vegur aftur hjá B68.
Fyrra málið stóðu Hanus Eliasen og Frank Poulsen aftanfyri, tá teir spældu seg ígjøgnum, áðrenn Frank sendi bóltin innfyri. Í fyrstu atløgu fingu toftamenn stútað útfrá, men bólturin kom ikki longur enn til Høgna Zachariassen, sum við einum fløtum skoti sendi bóltin í kassan. Og Hanus var bæði ígongdsetari og skarprættari, tá seinasti seymurin varð settur í. Hann fangaði bóltin á miðvøllinum, sendi Bartal Eliasen avstað. Og tá hesin so legði flatt útfrá, var Hanus eisini maðurin, sum smekkaði bóltin í kassan til 3-0.

ÍF-B68 3-0 (1-0)
1-0: Bartal Eliasen, 3.
2-0: Høgni Zachariassen, 48.
3-0: Hanus Eliasen, 51.